Erik Petersen farin

Mikudagin 27.juli andaðist Erik Petersen fyrrverandi studentaskúlalærari 94 ára gamalur. Hann varð jarðaður úr Vesturkirkjuni sunnudagin.

Øll tey, sum frá tí at farið varð undir fyrsta studentaskeiðið í Føroyum í 1937, og inntil Erik legði frá sær í 1979, hava tikið studentsprógv í Føroyum, hava havt Erik til lærara, ella í hvussu so er vita tey um hann at siga frá studentaskúlatíðini. Tí er søgan um nógvu tey fyrstu árini hjá skúlanum eisini knýtt at Eriki Petersen.
Erik var ættaður úr Fuglafirði og føddur 18. mai í 1911. Foreldrini hjá honum vóru Julia, fødd Hansen og ættað av Eiði, og Samuel Peter Petersen, sum var ættaður úr Kollafirði, og sum var keypmaður og útgerðarmaður í Fuglafirði.
Erik tók millumskúlaprógv í 1926 og realprógv í 1927 frá Færøernes mellem- og realskole. Í 1929 leyk hann studentsprógv frá Høngs Gymnasium. Síðani fór hann undir hægri lestur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, har hann í 1936 var liðugur sum cand. mag í donskum við serligum atliti til føroyskt mál og í tónleiki. Árið eftir tók hann pedagogikum í Danmark.
Tað gekk striltið at gera dreymin um møguleiki skuldi verða fyri at taka studentsútbúgving í Føroyum til veruleika. Thomas Nygaard, sum var lærari við realskúlan í Havnini, gjørdi í 1937 saman við øðrum uppskot um eitt 2 ára studentaskeið klárt. 1. september hetta sama árið varð farið í gongd, uttan at tingið, sum ofta hevði viðgjørt spurningin, uttan at nakað ítøkiligt var komið burturúr, hevði gjørt nakra samtykt og harvið uttan, at løgtingið hevði játtað pening. Eftir at skeiðið var farið í gongd, samtykti tingið at góðkenna skeiðið og at játta tann neyðuga peningin.
Tá ið farast skuldi undir skeiðið, skrivaði Thomas Nygaard, sum hevði lokið embætisprógv í enskum og týskum í 1933, til Erik Petersen og Christian Haraldsen, sum báðir vóru í Danmark, og bað teir koma heim at undirvísa á skúlanum. Haraldsen var liðugur at lesa týskt og franskt í 1937.
Erik fylgdi skúlanum tey næstu 42 árini. Tey fyrstu árini varð hildið til í realskúlanum. Í 1946 varð flutt í VBV húsini við Skansan, og har húsaðist skúlin inntil í 1962, tá ið flutt varð niðan á sanatoriið í Hoydølum. Gamla hús varð nýtt til skúla, meðan kostdeild varð sett á stovn í Nýggja húsi. Í 1965 varð skúlabygningurin í Hoydølum, sum tá varð mettur at vera stásiligur, tikin í nýtslu.
Í ritinum, sum varð givið út, tá ið Føroya Studentaskúli í 1987 varð 50 ár, og sum Jógvan Jespersen legði til rættis fyri skúlan, greiðir Erik Petersen frá, hvussu útbúgvingin og skúlin komu í lag. Hann sigur, at Thomas Nygaard og hann høvdu nógv brævaskifti, og at hann nýtti síni vinarbond við Højberg Christensen í danska undirvísingarmálaráðnum, sum hann meinti átti stóran lut í, at skúlin kom í lag.
Í samrøðuni í nevnda bóklingi helt Erik Petersen fyri, at tað kundi vera, at hann hevði skemtað og argað næmingarnar, men at teir eisini helst høvdu skemtað og argað afturímóti, og at tað høvdu teir so hjartaliga havt loyvi til.
- Sum heild má eg siga, at eg havi havt gleði av mínum næmingum, og tað var mangan, at eg gleddi meg at koma inn í tímarnar til undirvísingina, tí næmingarnir vóru so hugagóðir, segði Erik Petersen fyri átjan árum síðani.
Erik Petersen var sera tónleika áhugaður. Meðan hann var undir útbúgving í Keypmannahavn, spældi hann í seks ár violin hjá Erlingi Block, sum var konsertmeistari við orkestrið á kongaliga teatrinum.
Í 1942 stovnaði Erik saman við Thomas Nygaard og William Heinesen Tórshavnar Musikkskúla. Í skúlaárinum 1966/67 hevði Erik farloyvi, og hetta árið var hann í Detmold í Týsklandi, har hann fekk undirvísing í violinspæli frá Tybor Varga, sum var góður musikkpedagogur og heimsgitin violinspælari. Næstu seks árini var Erik á skeiðum hjá honum, og Tybor Varga vitjaði í Føroyum bæði í 1970 og í 1975.
Erik undirvísti í fiólspæli á Føroya Læraraskúla. Hann var stjórnarlimur í Dansk-Færøsk Kulturfond, og hann arbeiddi saman við Grüner Nielsen við føroyskum kvæðum. Prentað varð De færøske kvadmelodiers tonalitet.
Erik var giftur við Elsebu, fødd Kamban, og ættað úr Havnini. 30. januar í ár fylti hon 90 ár.