Erik Ninn-Hansen farin

Fyrrverandi lógmálaráðharri og formaður hjá tí danska Konservativa flokkinum, Erik Ninn Hansen, er nú farin.

Fyrrverandi lógmálaráðharri og formaður hjá tí danska Konservativa flokkinum, Erik Ninn Hansen, er nú farin.

 

Erik Ninn Hansen doyði sum 92 ára gamal. Hann var eitt stórur spælari í donskum politikki í mong ár. Hóast hann ongantíð gjørdis forsætismálaráðharri, náddi hann at sita í fleiri umráðandi sessum, bæði sum ráðharri í mongum ymiskum ráðum, og sum Fólkatingsformaður.

 

Erik Ninn-Hansen er ein av teimum fáu politikarum, ið hevur verið innvaldur í meira enn 40ár á rað. Hann var innvaldur fyri fyrstu fer í 1953, og sat í tinginum heilt til 1994, tá ið hann valdi ikki at stilla upp aftur.

 

Hóast Erik Ninn Hansen hevur verið ein leiðandi politikari hjá tí konservativa flokkinum í Danmark í mong ár, so er hann nokk mest kendur fyri at verða landsstýrismaðurin, ið hevði høvuðsábyrgdina í kendu tamilsakini. Í hesari sak varð hann dómdur av Ríkisrættinum í 1995 til fýra mánaðar treytaðan fongsulsdóm.