Erik Aanderaa nærkast Tvøroyri

Hann hevur siglt einsamallur úr Hetlandi til Føroya, og nú er hann skjótt á landi

 

Norðmaðurin Erik Aandera loysti í gjár frá kai í Lerwick í Hetlandi. Einsamallur setti hann kósina móti Føroyum við báti sínum, og nú er hann her heilt skjótt.

Hann ætlaði at sigla til Suðuroyar, og sum tað sæst á MarineTraffic beint nú, so nærkast hann Tvøroyri og siglur í skrivandi stund inn á Trongisvágsfjørð.

##med2##

DAGFØRT klokkan 16:35:

##med4##

##med3##

Les eisini: Norðmaður fer at sigla einsamallur til Føroya