Ericsson vil hava evruna

Stóra svenska fyritøkan Ericsson ávarar nú svensku veljararnar ímóti at atkvøða nei, tá fólkaatkvøða verður um at seta evruna í gildi ístaðin fyri krónuna.

Leiðslan í Ericsson sigur, at eitt nei fer at bera minni búskaparvøkstur og færri nýggj arbeiðspláss, og at tað eisini fer at skerja hugin hjá einstaklingum og fyritøkum at gera nýggjar íløgur. Sambært Ericsson fer eitt nei ikki at fáa nakrar stórvegis avleiðingar ta fyrstu tíðina, men at avleiðingarnar fara at vísa seg innan fyri tey næstu fimm ella tíggju árini. Úrslitið tá verður, at minni pengar verða til vælferðarsamfelagið, sigur fyritøkan.

Áskoðanin hjá Ericsson kemur stjórnini hjá Gøran Persson, forsætisráðharra væl við, tí stjórnin hevur meiri enn ilt við at sannføra sviar um, at teir eiga at taka undir við felags evropeiska gjaldoyranum. Tey, sum eru ímóti gjaldoyranum, fýlast hinvegin á, at ein sosialdemokratisk stjórn leitar sær stuðul frá stórkapitalinum. Anna Lindh, uttanríkisráðharri, vísir atfinningunum aftur. Hon sigur, at tað er neyðugt at ávara sviar um, hvørjar avleiðingarnar verða, siga teir nei til evruna. Eingin skal koma aftaná og siga, at hann visti tað ikki, sigur hon.