Pláss verður fyri 10.000 áhoyrarum í Egilshøllini í Reykjavík Tónlistamaðurin Eric Clapton eigur nógvar fjepparar kring Heimin, eisini í Føroyum. Fríggjakvøldið 8. august hevur Eric Clapton konsert í Egilshøllini í Reykjavík. Vanligt er at kunna gera vikuskiftisferðir til Reykjavíkar við Atlantsflog, har ein fer avstað fríggjadag, og kemur aftur mánadag. Væntandi fara nógvir føroyskir Clapton-fjepparar at gera sær dælt av hesum møguleikanum. Eric Clapton kemur at syngja allar teir vælumtóktu sangirnar hjá sær. Clapton er millum best umtóktu sangarar og sangskrivarar í Heiminum. Sølan av atgongumerkjum til konsertina í Egilshøllini byrja í næstu viku.