Eric Cantona: HM í Katar er ikki eitt HM

Legendariski áleyparin hjá Manchester United ætlar sær ikki at fylgja við HM í Katar

Í vetur verður HM 2022 endaspælið í mansfótbólti í Katar. Tað er helst mest útskelaða avgerðin, sum FIFA hevur tikið seinastu nógvu árini. Nú meldar Eric Cantona seg í kórið, sum finst at viurskiftunum í Katar í samband við HM.

 

- Fyri at vera erligur, so leggi eg einki í komandi HM-endaspælið. Tað er ikki eitt ordiligt HM fyri meg. Seinnu árini hava vit havt OL og HM í londum, sum eru á veg fram. Eitt nú Kina og Russland, men Katar er ikki eitt fótbóltsland, sigur eric Cantona og leggur afturat;

 

- Eg eri ikki ímóti, at hava HM-endaspæl í londum, sum eru á veg fram, har fótbólturin kann flyta nakað. Sum eitt nú í Suðurafrika og í USA í 90 unum, sigur Eric Cantona.

 

Hann heldur lítið um umstøðurnar, sum leikvøllirnir eru bygdir á. Tað eru nógv dømir um arbeiðsfólk, sum eru deyð á arbeiðsplássinum, ella eru deyð í samband við arbeiði, liviumstøðunum og eitt nú hitanum í Katar.

 

- Tað snýr seg bara um pengar og mátin arbeiðsfólkini eru viðfarin er andskræmiligur. Túsundtals fólk eru deyð, men alíkavæl gleðast vit um, at HM verður, sigur Eric Cantona.

 

Hann sigur eisini, at hann ikki fer at hyggja eftir HM-endaspælinum, sum byrjar í november í ár.