Fyrrapartin var danska fólkatingið sett og Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, helt sína setanarrøðu.
Har kom hann millum annað inn á stjórnarskipanarlógina og segði seg virða ynski um, at ein egin stjórnarskipan kann seta orð á samleikan hjá føroyska fólkinum.
Men eisini endurtók Lars Løkke Rasmussen, at ein stjórnarskipanarlóg í Føroyum eigur at vera innan fyri karmarnar av ríkisfelagsskapinum, so leingi Føroyar eru í hesum felagsskapi.
Tá fólkatingið var sett, var bara annar av føroysku fólkatingsmonnunum, Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, til staðar í tingsalinum, tí hin føroyski fólkatingsmaðurin, Magni Arge úr Tjóðveldi, hevur forfall í dag.
Í Rás 2 greiddi hann frá, hví so var. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Magna Arge.










