Tað sigur Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni, um dómin í Yvirlandbúnaðarstevnuni, sum avmarkar brúksrættin hjá Jaspur Anthoniussen, men annars gevur traðarmonnum fríar ræsir
Bitrætturin snýr seg í prinsippinum um rættin hjá seyðinum í yvirliggjandi haganum at fáa vetrarbit í niðari liggjandi bønum um veturin.
Bjørn Patursson kennir sjálvandi til hetta málið, sum endaði við hesum dóminum í Yvirlandbúnaðarstevnuni á heysti í fjør.
- Hetta málið er eitt sindur serligt við tað, at tað eru ikki somu eigarar, sum eiga yvirliggjandi hagan og bøin undirliggjandi, sigur Bjørn Patursson.
Hann sigur, at tað hevur verið vanligt, at menn hava nýtt bøin ella trøðna at sláa, og at tað honum vitandi ikki hevur verið vanligt at lati seyðin koma inn á bøin eftir sláttur.
- Í hesum førinum er tað enda við sak, tí at tann, sumátti vetrarbitið hevur kært festaran av trøðni, tí einki hevur veirð eftir at eti, tá vetrarbitið byrjaði 25. oktober, sigur Bjørn Patursson.
Festarin av trøðni heldur seg hava sín rætt, og tað ger eigarin av vetrarbitinum eisini. Í hesi tilgongdini hevur Búnaðarstovan verið inni í málinum.
- Har hava vit sagt, at vanliga mannagongdin er, at tað er undirforstaðið, at bøurin verður sligin, og eftir sláttur liggur bøurin meira ella minni brak til 25. oktober, tá hagaseyðurin sleppur inn á vetrarbitið, sigur Bjørn Patursson.
Hann sigur, at hann helt tað verða vanlig mannagongd, at seyður ikki var á bønum eftir slátturin var av.
Hann sigur seg ikki skilja, at Yvirlandbúnaðarstenan kundi koma til eina slíka niðurstøðu, sum hon kom til.
- Tað undrar meg, at Yvirlandbúnaðarstevnan kundi koma til eina slíka niðurstøðu, og sum kundi døma soleiðins, sigur Bjørn Patursson.
Hann viðgongur at dómurin í stuttum merkir, at traðarmonnum nú stendur frítt fyri, hvussu teir nýta sína trøð.
- Og tað hevur so ongantíð verið mín fatan, at tað var ætlanin við traðarbrúkinum. Tað hevur so altíð ligið í luftini, at traðirnar skuldu nýtast til sláttur um sumrarnar, og ikki til at hava seyð á. Men hesin dómurin gevur so øllum traðarmonnum rætt til frítt at ráða yvir sínari trøð, sigur Bjørn Patursson.
Og tað kemur ógvuliga óvart við hjá honum.
- At tað í hesum serliga føri er fest í lógina, at traðarfestarin ikki má brúka festið til bit eftir slátturin, er nakað heilt serligt. Men tað staðfestir eisini, at traðarfestarin frítt kann ráða yvir, hvussu hann brúkar festið millum 14. mai og fram til 1. september, sigur Bjørn Patursson.