Í januar megnaði Magnus Jákupsson at svimja líka skjótt, sum danska metið á 50m rygg. Hann er tí spentur um, hvat framtíðin fer at bjóða.
Danska síðan svoem.dk hevur gjørt eina samrøðu við føroyingin, sum svimur í Danmark, Magnus Jákupsson, og sum hevur góð úrslit at vísa á.
Í januar svam hann 50m rygg við tíðini 25,44 sekund, sum er líka skjótt sum danska metið og ein ómetaliga góð tíð so tíðliga í kappingarárinum.
- Eg gjørdist bilsin av tíðini, sigur Magnus. Eg svam fleiri teinar í Antwerpen leygardagin, so eg var lutfalsliga troyttur sunnudagin, tá eg svam 50m rygg. So er gjørdist veruliga bilsin. Tá eg kom á mál visti eg, at tíðin var nærindis danska metinum, og seinni fann eg so út av, at eg hevði javnað tað, sigur hann.
Komandi dagarnar verður Magnus Jákupsson á venjingarlegu, áðrenn leiðin gongur til Danish Open.
- Eg havi ikki sett mær nakað ávíst mál um at røkka kravtíðum til altjóða kappingar enn. Eg royni at svimja so skjótt sum gjørligt, og annars bara at síggja menning. Eg haldi, at eg havi gørt stór framstig í seinastuni, sum tíðin á 25m rygg í Antwerpen eisini vísir. So eg eri spentur upp á, hvat tað kann blíva til, sigur Magnus Jákupsson við svoem.dk.











