Eri á bygd til úti­dystirnar hjá B36

Grafikarin í Miðlahúsinum, Pætur Eyðunsson Jensen, elskar føroyar, men ferðast kanska ov lítið í egnum landi. Hann er tó á bygd til útidystirnar hjá B36. Pætur er svorin Mötley Crüe fjeppari, og dámar allan føroyskan mat

Hvat er starv títt?
– Grafikari í Miðlahúsinum.

Hvussu trívist tú við dead-line?
– Í dagliga starvinum í Miðlahúsinum er mest sum altíð press upp undir dead-line. Sum grafikari eri eg tó mangan mest kreativur, tá deadline nærkast.

Hvat er gott við starvinum?
– At arbeiða í Vágsbotni er fantastiskt, serliga tá dagarnir gerast ljósari. Í Miðlahúsinum hendur eisini altíð okkurt. Vit hava nógv ymisk bløð, Rás2 og tíðindaportalin in.fo, ið ger dagarnar spennandi og fjølbroyttar. Og ikki minst góðar starvsfelagar.

Eru nakrar minniligar hendingar?
– Mangar eru hendingarnar, men løgið nokk, so eru tað kanska góðu jóla- og starvs­fólka­veitslurnar ein minnist best.

Hvønn tónleik dámar tær best?
– Eg eri uppvaksin við 80'ara glam-rocki og eri svorin Mötley Crüe fjeppari. Stórt parmenenta hár, eye-line'ara og strammar buksur, tað er rock 'n roll! Eri tó eisini sera stóltur av systur míni, og standi tí altíð fremst til konsertirnar hjá Flammu.

Hvat ger teg í góðum lag?
– Einki er sum ein deiligur B36 sigur, men skal ikki dylja yvir at fitta daman eigur stóran part av mínum góða lagi.

Hvat ger tú í frítíðini?
– Hvat er tað? Nei, eg royni vera aktivur í frítíðini, og nú summarið nærkast er eisini meiri uttandura aktivitetur ætlaður.

Ferðast tú í egnum landi?
– Eri á bygd til útidystirnar hjá B36. Eg elski Føroyar, men helst ger man alt ov lítið við ferðing kring egna land. Sum havnarmaður rópi eg annars ikki hart um tað, men tað er nú ikki so galið alíkavæl at vera hálvur froðbingur. Har dámar mær væl at ferðast, tá fríløtur eru.

Hevur tú húsdjór?
– Tíverri ikki í løtuni. Men havi eitt øgiligt djórahjarta, og serliga tá Djórðaverndarfelagið lýsir við heimleysum djórum, vil eg so gjarna sleppa geva teimum eitt gott heim.

Er tú til aktiva feriu ella vil tú sleikja sól á strondini?
– Strandarferiurnar tiltala meg ikki tað heilt stóra. Havi sindur søguligan áhuga, so kanska heldur tann vegin. London er avgjørt mín yndisbýur, og gongur leiðin eisini aftur har í summar. Og so er B36 eisini aftur í Evropa, so spurningurin er, hvar tann leiðin ber.

Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum?
– Fótbólti sjálvsagt. Degi og viku og føroyskum sendingum. Tær eru mangan heilt góðar.

Hvønn ítrótt dámar tær best?
– B36!

Hvat er tín lívrættur?
– Føroyskur matur! Ikki nakað serstakt meir enn annað, men beint nú kom mær ein góður seyðarhøvdadøgurða í huga.

Hvør bók liggur á náttborðinum?
– Ikki stóri lesarin. Men ein serlig bókaútgáva frá norsku skemti teknirøðini Pondus um parlag liggur tó har. Í skuffuni er so eisini útgávan av enska fótbóltsblaðnum Four-Four-Two, tá tey í røð av lokaluppgerðum, komu til Føroyar at umrøða slagið um Havnina, ið B36 so upplagt vann 6-0.