TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við verjuskansan hjá Víkingi og føroyska landsliðnum, aftaná Lars Olsen, landsliðsvenjari hevði kunngjørt hópin, sum skal royna seg ímóti Norðurírlandi á heimavølli 4. september, og ímóti Finnlandi á útivølli 7. september.
Atli Gregersen iðrar seg um leikbannið hann fekk í sigrinum ímóti Grikkalandi, har Oddmar Færø av røttum átti gula kortið. Atli ætlar kortini at hava ein stuðlandi leiklut, og fer at ganga fremst at rópa til dystin ímóti Norðurírlandi, áðrenn hann fer at stríðast fyri at sleppa at byrja inni ímóti Finnlandi í Helsinki.