Ergoterapeutar lætta um gerandisdagin hjá brekaðum

Føroysku ergoterapeutarnir hava nú skipað seg í egið fakfelag. Í felagnum eru í dag 40 limir, og ætla hesir at vísa á tørvin fyri arbeiði felagsins í framtíðini.

- Vit hava nógva vitan um tey øki, ið hava við rehabilitering og habilitering av fólki við avmarkaðum førleika.
- Fyri at henda vitanin skal koma brúkaranum til góða, er neyðugt at ergoterapeutar verða settir í starv innan fyri allar skipanir, har arbeitt verður við rehabilitering.
So greið er útmeldingin frá nýstovnaða Ergoterapeutfelagnum, sum í februar mánaði sá dagsins ljós.
Limirnir í felagnum hava síðani 1986 verið limir í danska felagnum. Nú er felagið skipað sum eitt reint føroyskt felag við Hannu á Reynatúgvu sum forkvinnu.
Ætlanin er at samstarva við onnur norðurlendsk feløg. Eitt av málunum er at fáa ergoterapeutar í størv innanfyri allar skipanir, eisini á leiðslustøði innan fyri almannaverkið, skúlaverkið og heilsuverkið.
Í nývaldu nevndini sita: Hanna á Reynatúgvu, forkvinna; Súna Mørk, næstformaður; og nevnarlimirnir Súsanna Winther Poulsen, Birita Thomsen og Turið Jacobsen.
Í samband við stovnanina verður almenn móttøka hildin í hølunum hjá felagnum í Jákupsstovu komandi fríggjadag millum kl. 14 og 17.

At vera virkin
Føroysku ergoterapeutarnir ætla rættiliga at gera vart við seg í framtíðini.
Tær hava við áhuga fylgt við í visjónini, sum løgmaður hevur skotið út í kortið fyri ár 2015.
- Ergoteraeputar hava servitan innan rehabilitering og habilitering og bjóða seg tí fram til vera við til at fremja hesa visión innan rehabilitering og habilitering í 2015, siga tær.
Tær hava lært í Danmark og hava autorisation frá Sundhedsstyrelsen at virka sum ergoterapeutar. Sum hinar miðallongu heilsufakligu útbúgvingarnar, er tann ergoterapeutiska útbúgvingin eisini ein bachelor útbúgving.
Kjarnan í ergoterapi er týdningurin av at vera virkin í øllum lívsins viðurskiftum. Heilsan, og tað at vera virkin, eru nær tengd at hvørjum øðrum. Heilsutrupulleikar kunnu gera, at ein hevur trupulleikar at vera virkin og hevur ein ikki møguleika at vera virkin, kann hetta geva heilsutrupulleikar.
Endamálið við ergoterapeutisku viðgerðini er sostatt, at brúkarin við kropsligum og sálarligum breki fær ein so virknan og sjálvstøðugan gerandisdag sum tilber við dagligum uppgávum, sum eru neyðugar og ynskiligar fyri hann.
- Her verður hugsað um uppgávur, sum bæði hava við eginumsorgan, arbeiði og frítíðarítriv at gera, siga ergoterapeutarnir.

Klassifikatión
WHO hevur nýliga gjørt eina klassifisatión av breki, kallað International Classification of Functioning (ICF), sum m.a. hevur støði í "Fyrimyndarreglunum um javnar møgulleikar fyri fólk, ið bera brek" hjá ST.
Í londunum rundan um okkum arbeiða ergoterapeutar og aðrir fakbólkar innan heilsu- og almannaverkið miðvíst út frá hesari klassifikatión.
ICF sær ikki eitt brek einans við medisinskum eygum, men sum eina funktión av sjúkuni ella brekinum og umstøðunum hjá tí sjúka ella brekaða og umhvørvinum, viðkomandi skal virka í v.m. Hetta samsvarar væl við tað, sum ergoterapeutar leggja dent á í teirra viðgerð og tiltøkum.
Ergoterpeutar eru fáir í tali í mun til fakbólkarnar, teir samstarva við. Tí er tað ein sjálvfylgja fyri ergoterapeutar at arbeiða tvørfakligt.
- Ergoterapeutar hava sostatt nógva vitan, sum tørvur er á innan øll øki, sum hava við rehabilitering og habilitering av fólki við avmarkaðum førleika at gera.
- Fyri at hendan vitanin skal koma hesum brúkarum til góða, er neyðugt at ergoterapeutar verða settar í starv innanfyri allar skipanir, eisini á leiðslustøði, har arbeitt verður við rehabilitering og habilitering, m.a. innanfyri almannaverkið, skúlaverkið og heilsuverkið, siga tær í nýstovnaða felagnum, og ætla at gera vart við hendan tørvin bæði í fjølmiðlum, á politiskum støði og aðrastaðni.




Arbeiðsøkini
hjá ergoterapeutum eru fjølbroytt og kunnu vera:

- Barnaøkið
- Eldraøkið
- Brekaøkið
- Sálarliga sjúk
- Sjúkrahús
- Arbeiðsumhvørvi
- Fyribyrging
- Heilaskadd, bæði viðfødd og seinheilaskadd
- Demens
- Hjálpartól og atkomuviðurskifti