Í januar gavst SP/F Ergo í Havn at veita børnum við serligum tørvi viðgerð.
Hetta hendir, eftir at Aksel Johannsen, táverandi landstýrismaður í heilsumálum arbeiddi við at seta á stovn eitt alment tilboð, sum kundi veita ergoterapi um alt landið. Hetta skuldi koma í staðin fyri privatu tilboðini.
Beinta Lassen á Ergo vildi ikki lata uppaftur fyri nakrar mánaðir, til tað amenna tilboðið fór at koma.
Men nú er ikki heit vist, at børnini við serligum tørvi, noyðast at bíða eftir almenna tilboðnum.
Beinta Lassen á Ergo hevur nevndiliga verið á fundi við Heilsumálaráðið. Á fundinum kom fram, at eftir at almenna tilboðoð er komið, fer framvegis at vera tørvum á privatum tilboðum um ergoterapi.
Á fundinum varð avgjørt, at Ergo skuldi umhugsa støðuna og møguliga lata ergoterapistovuna uppaftur.
Síðan hevur Ergo sent Heilsumálaráðnum tvey uppskot, sum kunnu loysa trupulleikan, so børn kunnu fáa ergoterapi aftur beinanvegin.
John Johannesen,landsstýrismaður kann enn einki siga um uppskotini frá Ergo. Uppskotini verða í fyrsta umfari viðgjørd á embætismannastigi, sigur hann.










