Leygarkvøldið spælir bólkurin Ergo til dans í TB Húsinum og hevur hesin nýggi bólkur veruliga fingið luft undir veingirnar Bólkurin Ergo er nýggjur, men hevur verið sera virkin, og spælingar er eisini á skránni komandi mánaðirnar.
Ergo er samansettur bólkur, ið hevur bæði yngri og eldri, royndar tónleikarar við. Bólkurin spælir nógv av tí nýggja, sum er frammi, men eisini okkurt gott gamalt er við.
Spennandi blandið av nýggjum og evnaríkum tónleikarum, saman við royndum tónleikarum, gevur fráliku sangarinnuni Sunrid Kjærbæk eitt gott grundstøði. Blandið av royndum og yngri tónleikarum er spennandi, eins og tað er áhugavert, at bólkurin leggur seg eftir at hava nýggjan tónleik á skránni, eins væl og gott og haldbært gamalt.
Ergo spælir til dansin í TB Húsinum leygarkvøldið.