Hóast ófriðin í Turkalandi síðstu tíðina, hava forsætisráðharrin, Recep Tayyip Erdogan, og flokkur hansara, AKP, framvegis størstu undirtøkuna millum veljararnar, men andstøðan hevur stóra framgongd.
Í eini nýggjari meiningakanning siga 35,3 prosent av teimum spurdu, at tey vildu greitt atkvøðu fyri AKP, um tjóðartingsval var í Turkalandi nú, og er tað ein afturgongd upp á eitt prosentstig, samanborið við apríl.
Samstundis siga 22,7 prosent av teimum spurdu, at tey vildu greitt atkvøðu fyri størsta andstøðuflokkinum, CHP, og er tað í mun til kanningar í apríl ein framgongd upp á heili 7,4 prosentstig.