15.000 starvsfólk innan skúlaverkið í Turkaland eru í dag suspenderaði í kjalarvørrinum av hernaðarkvettinum móti turkisku stjórnini í síðstu viku.
Tey 15.000 starvsfólkini eru øll suspenderaði vegna ein illgruna hjá stjórnini um, at tey hava tilknýti til Fethullah Gulen. Stjórnin metir nevniliga, at Fethullah Gulen er høvuðsmaðurin handan miseydnaða hernaðarkvettið.
Umframt tey 15.000 starvsfólkini hava 1.500 dekanar á hægri læristovnum fingið boð um at leggja frá sær, tí eisini tey eru undir illgruna.
Talan er um seinasta átak í eini roynd hjá stjórnini at beina fyri øllum stuðlum hjá Fethullah Gulen í Turkalandi.
Binali Yildirim, forsætisráðharri, hevur lovað at reinsað landið fyri allar stuðlar hjá Fethullah Gulen, og hevur tað higartil ført til, at 6.000 hernaðarfólk eru handtikin, harímillum fleiri ovastar, 9.000 politistar eru uppsagdir, 3.000 dómarar eru suspenderaðir og 250 starvsfólk hjá forsætisráðharranum eru søgd úr starvi.
Harumframt hevur stjórnin eisini tikið sendiloyvið frá 24 útvarps- og sjónvarpsrásum, ið eru undir illgruna fyri at hava tilknýti til Fethullah Gulen.
Recep Tayyip Erdogan, turkiski forsetin, hevur eisini í dag gjørt greitt, at hann ikki er sinnaður at banna nýtsluni av deyðarevsing móti teimum, ið tóku lut í hernaðarkvettinum.