Erdogan mælir til at boykotta franskar vørur

Erdogan heitir á Evropa um at steðga »handilsherferð«, sum hann heldur, at Frankaríki hevur sett í verk ímóti muslimum.

 

Forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan, mælir til boykott av fronskjum vørum.

Tað sigur hann í sjónvarpsrøðu í dag, skrivar tíðindastovan AFP.

Viðurskiftini millum tey bæði Nato-londini eru spent, eftir at franska stjórnin hevur sett í verk nýggjar lógir fyri at berja niður »islamska seperatismu«.

– Gev ikki fronskum vørum heiður, keyp tær ikki, segði Erdogan í røðuni.

Boykott av fronskum vørum er eisini á veg í vøruhúsum í Katar og Kuwait, eins og heitt verður á at gevast við at keypa franska vørur í Jordan og fleiri øðrum arabiskum londum.

Erdogan hevur seinastu dagarnar lagt harðliga eftir franska forsetanum, Emmanuel Macron, og hevur heitt á hann um at kanna sína mentala støðu. Tað endurtók hann í dag.

Samstundis heitir hann á ES um at steðga tí, hann kallar »handilsherferð« undir leiðslu av Macron ímóti muslimum.

– Politikarar í Evropa skulu steðga hesi handilsherferð, sum franski forsetin hevur sett í verk, sigur Erdigan.

Erdogan ákærir samstundis Evropa fyri at viðfara muslimar soleiðis, sum jødar vórðu viðfarnir undir seinna heimskríggi.

Síðani nýggju lógina ímóti »islamistiskari seperatismu« er Frankaríki skelkað av ógvusligum álopi á ein skúlalærara, sum varð hálshøgdur við skúla sín í einum forstaðið við París.

Drápið á 47 ára gamla læraran var átrúnaðarliga motiverað. Hann hevði undirvíst í talufrælsi, og hann hevði víst næmingum, sum vildu tað, muhammedtekningar.

Seinni hevur Macron funnist at islamkstum og vart almannakunngerðingina av keiputekningunum av profetinum Muhammed.

Tað hevur eisini fingið pakistanska forsætisráðharran, Imran Khan, til at leggja Macron undir eitt »álop ímóti islam«.

Í dag fylgdi hann hesum upp við at biða franska sendiharran koma til eina samrøðu.

/ritzau/