Erdogan játtar at Finnland fær limaskap í Nato

Turkaland vil seta ferð á tilgongdina við at fáa góðkent Finnland sum nýtt limaland í verjusamgonguni Nato.

Finska forsætisráðfrúan, Sanna Marin

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, hevur í dag játtað, at Finnland kann fáa limaskap í vesturlendsku verjusamgonguni Nato.

 

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

 

Forsetin sigur á tíðindafundi, at ferð verður sett á tilgongdina við at fáa góðkent finsku umsóknina.

 

Hann vónar, at alt fellir upp á pláss, áðrenn val verður í Turkalandi um umleið tveir mánaðir – tanm 14. mai.

 

Turkaland hevur framhaldandi ikki sagt ja til at Svøríki kann gerast limur í Nato. Øll limalond skulu vera samd, tá lond skulu gerast nýggir limir í Nato.

 

/ritzau/

 

Finska forsætisráðfrúan, Sanna Marin