Kendi, danski politikkarin Lone Dybkjær, er við á Føroyavitjan Nyrups.
Tó ikki sum politikkari, men sum kona forsætisráðharrans.
Í almennu skránni eru løgd eini trý punkt, har Lone Dybkjær hevur egna skrá, meðan Poul Nyrup Rasmussen hevur fundir við Landsstýrið og løgtingsmenn.
Ein rundferð Úti á Reyni, ein vitjan á Náttúrugripasavninum og ein fundur við Finnboga Arge, landsstýrismann í vinnumálum.
Eftir fundin við Finnboga Arge, landsstýrismann, segði Lone Dybkjær, at fundurin teirra millum, har eisini embætisfólk úr Vinnumálastýrinum luttóku, hevði verið rættiliga góður.
Fundurin var um kunningartøkni, sum hon arbeiðir nðogv við í Danmark, segði Lone Dybkjær.
Hon metti, at føroyingar, eins og danir eru sera áhugaðir í kunningartøkni. Kanska serliga føroyingar, tí vit liggja so langt frá umheiminum, sum hon tók til. Og tað kann jú skapa serligar trupuleikar fyri samfelagið, helt hon.
Annars segði Lone Dybkjær, at hon fegnast um endiliga at vera komin til Føroya.
Tað er løgið kortini, heldur hon, at ein danskur politikkari, sum hevur verið við so leingi, sum hon hevur, kennir so lítið til landið.
Men, helt hon fyri, tað var kanska tí, at hon ongantíð hevði sitið í Kirkjunevndini hjá Folkatinginum. Tann nevndi plagar regluliga at vitja í Føroyum, segði Lone Dybkjær.
Annars segði Lone Dybkjær, at í ES Parlamentinum er tað syndarliga lítið, fólk vita um Føroyar.
Nógv teirra vita yvirhøvur ikki, hvar oygjarnar liggja.
So tá vit tosa um altjóða politikk, segði Lone Dybkjær, hevði ivaleyst verið ein góð byrjan at kunnað fólk um, hvar Føroyar liggja á landkortinum.