Revsing
Árni Joenhsen:
fartekst@mail.dk
Hajara Ibrahim er muslimur. Foreldrini játtaðu at lata ein mann fáa hana til konu, og Hajara fór at búgva hjá manninum, sum býr meiri enn 200 kilometrar frá heimbygd hennara. Rættiliga skjótt gjørdist hon við barn, men tá sýtti maðurin fyri at gifta seg við henni, tí hann vildi vera við, at hann átti ikki barnið.
Nú hevur ein islamskur dómstólur gjørt av, at Hajara skal steinast til deyða.
? Eg svørji við Koranina, at eg havi ikki verið við nøkrum øðrum manni enn Dauda. Eg var gift einum øðrum manni, men so møtti eg Dauda. Hjúnarlag mítt bleiv upployst, og Dauda lovaði at gifta seg við mær. Tí lat eg hann koma til mín, sigur Hajara Ibrahim við tíðindastovuna AP.
Mannarættindafelagsskapurin Baobab er farin upp í mál hennara. Felagsskapurin heldur, at tað eigur at bera til at fáa dómin ógildaðan. Tað kann hava við sær, at Hajara Ibrahim skal fáa hundrað koyrlasløg ístaðin fyri deyðarevsing. Men fyribils stendur deyðarevsingin við.
Dauda hevur eisini verið í rættinum, men hann bleiv fríkendur, tí hann segði seg vera ósekan. Tær strongu muslimsku sharia-lógirnar siga, at skal ein maður dømast fyri kynsligt lógarbrot, skulu vitni hava verið hjástødd. Soleiðis er ikki, tá kvinnurnar koma fyri rættin. Eru tær við barn, eru tær sekar, skrivar AP.










