Hóskvøldið mátti argenstinski stórleikarin hjá Argentina, Lionel Messi fara av vøllinum við skaða í heimadystinum hjá FC Barcelona ímóti Atletico Madrid í sponsku La Liga. Staðfest er, at Lionel Messi verður uttanfyri, ið hvussu er í tríggjar vikur, og tí verður hann ikki við á argentinska landsliðnum, sum skal spæla sera týðandi HM-undankappingardystir ímóti Peru og Paraguay fyrst í oktober.
Hetta hevur fingið ilt í argentinska landsliðsvenjaran, Edgardo Bauza, sum er alt annað enn fegin um at skula verða sín besta leikara fyri uttan. Og nú hevur Edgardo Bauza givið FC Barcelona eina ordans breiðsíðu: - Barcelona sendir okkum boð um at ansa eftir Messi, men sjálvir ansa teir ikki eftir honum. Hann spælir hvønn einasta dyst, segði ein óður Edgardo Bauza við Fox Sports. - Vit hava longu spælt dystir uttan Lionel Messi. At hava hann á liðnum er ein stórur fyrimunur, tí hann elvir til stórar trupuleikar hjá mótstøðuliðnum, greiðir Edgardo Bauza frá.