Er faldarin frá Norðuratlansbólkinum goldin við donskum peningi ? og nýtir Tjóðveldisflokkurin danskan pening í valstríðnum í Føroyum?
Marjus Dam
valevni Sambandsfloksins
????
Tann spurning seta mong, eftir at Norðuratlantsbólkurin hevur sent ein faldara í hvørt hús í Føroyum.
Aðrir flokkar og persónar gjalda sjálvi fyri valstríðið í Føroyum.
Er ikki nóg mikið hjá Tjóðveldisflokkinum at hava valstríð í Føroyum fyri føroyskan pening ? sum aðrir føroyingar?
Milliónir av donskum peningi eru goldnar til Tjóðveldisflokkin ígjøgnum Norðuratlantsbólkin
Tað kann staðfestast at "danskar kassadamur hjá Netto og Føtex " skulu til arbeiðis hvønn dag, fyri at gjalda milliónir av krónum til Norðuratlansbólkin hjá Tjóðveldisflokkinum.
Skulu danskar kassadamur nú til arbeiðis fyri at at fíggja eitt valstríð hjá Tjóðveldisflokkinum í Føroyum?
Tjóðveldisflokkurin tykist ikki kenna sær hógv, eins og uppfinnsemi er stórt, tá talan er um at fáa fatur á donskum peningi til Tjóðveldisflokkin.
Men at loysingarflokkur-in nú tykist hava valstríð í Føroyum fyri danskan pening - tað man vera ovboðið hjá flestum føroyingum.
Áhugavert hevði verið at vita, hvat Ríkisrevisiónir segði um hesi viðurskiftir.










