Er títt barn sjúkt?

Hetta er tíðin, tá bæði børn og vaksin kunnu gerast sjúk av ymiskum umfarssjúkum.

- Tað kann vera ein strævin tíð, um børnini hava nógvar sjúkradagar, og onkuntíð kanst tú ivast í, hvat er rætt at gera í ymisku støðunum.

 

Tað siga tey í Gigni, sum veita heilsutænastur til børn og ung.

 

Her kanst tú lesa um tað sjúka barnið, og tú fært kunning um ymiskar sjúkur og sjúkueyðkenni.  

 

Nøkur børn fáa oftari ígerðarsjúkur enn onnur.

 

- Serliga tíðliga á vetri í vøggustovu ella dagrøkt kann barnið fáa ígerðir ferð eftir ferð.

 

Í Gigni vísa tey á, at barnið er føtt við andevnum móti nøkrum av sjúkunum, sum mamman hevur havt. Hesi andevni hvørva eftir teir fyrstu 3-6 mánaðirnar.

 

- Síðan tekur barnið ógvuliga lættliga við smittandi sjúkum í eina tíð, til tað sjálvt hevur ment mótstøðumegina, siga tey í Gigni.

 

Meira kann lesast um hetta á www.gigni.fo