Er til fyri lurtaran

Hóast morgunparturin av starvinum ikki er longur, so er Elis framvegis fastur partur av Kringvarpinum.

Fyrst og fremst er tað við “Upp á tá”, at hann nú ger um seg, og eisini her stórtrívist Elis.

- Hetta er ein ótrúliga stuttlig sending at vera við til, og eg havi í øllum førum kent, at fólk taka væl ímóti hesum. Ikki minst sæst hetta í Gøtu, har tað er fastur dansur, tá sendingin er, og tað man vera eindømi, at fólk á hendan hátt streyma inn til eina útvarpssending at dansa. Og enntá undir edrúiligum umstøðum. Og tá eg samstundis havi skilt, at tey fleiri aðra staðni kring landið eisini hava fastar dansiløtur til sendingina, so kann eg bara fegnast, sigur Elis um leiklutin sum dansivertur.

Tað er væl eisini tað, sum gevur einum útvarpsverti eitt kick. Tað at fólk somikið aktivt taka undir við sendingini?

- Tað kanst tú ætla, og tað er eisini tað, sum útvarp snýr seg um í mínum hugaheimi. Tað avgerandi er ikki, hvat vit innan fyri múrarnar halda er gott útvarp. Tað avgerandi er, hvat lurtarin heldur. Vit eru til fyri teirra skyld, og tað eru jú eisini tey, sum gjalda kringvarpsgjaldið, sum jú er okkara tilverugrundarlag, sigur Elis.

Og hóast hann nú er farin um tey 60, so tróta hugskotini framvegis ikki.

- Nei, als ikki. Eg havi altíð fingið hópin av hugskotum, og um enn øll ikki eru eins góð, so havi eg nøkur, sum eg væl kundi hugsað mær at framt í verki. Eitt nú havi eg í fleiri ár havt samband við norðurlendskar útvarpsvertir, sum arbeiða við sama slag av sendingum, og vit hava nú í hyggju at gera ein veruliga dansbandfestival fyri lurtarum okkara. Ætlandi skuldi hetta verða í Vestmanna nú í vár, men tann dansistevnan varð avlýst. So nú er ætlanin, at hetta verður í heyst ístaðin, sigur Elis Poulsen.