- Vit mugu fáa trygd fyri, at vit lívið og heilsan hjá tí einstaka føroyinginum er í tryggum hondum.
Tað staðfestur Reimund Langgard, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Tí vil hann nú hava Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum um at greiða frá, hvussu trygt tað er hjá barnakonum at eiga børn á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Hann vísir á, at seinastu tíðina hava tveir serlæknar, Poul Martin Berthelsen, og Shahin Gaini, víst á støðuna í heilsuverkinum.
Poul Martin Berthelsen hevur sagt, at fyri at hava eina fullgóða føðistovu, har lívið hjá móður og nýføðingi ikki skulu vera í óneyðuga stórum vanda, er neyðugt at hava nakrar grundressursir á staðnum. Her hugsar hann um serlæknar í gynækologi, anæstesiologi, pædiatri, kirurgi, ortopedi, radiologi og medisin við hartil hoyrandi kringpersonali av øllum slag. Hann hugsar eisini um blóðbanka, intensivdeild og laboratorium.
- Tað kann kosta lívið bæði hjá vaksnum og nýføðingum um hesar ressursir ikki eru upp á pláss við akuttum sjúklingum, hevur serlæknin sagt.
Í hesum sambandi skal Karsten Hansen greiða frá, um tað er satt, tá Poul Martin Berthelsen eisini førir fram, at smá sjúkrahús við minni ressursum geva ein falskan tryggleika í samband við akutta sjúku
Ein annars serlækni, Shahin Gaini, hevur sagt, at tað er ikki ráðiligt at lata kvinnur føða á einum sjúkrahúsi, har hvørki narkosulækni ella kirurgur eru fast knýttir at.
- Shahin Gaini vísti á, at longu nú eru syrgilig dømi um sjúklingar, sum ikki hava fingið nøktandi viðgerð, einans orsakað av vantandi vitan og fakligheit, sigur Reimund Langgard. Og hann vil hava at vita, um landsstýrismaðurin kann vátta ella avsanna hetta.
Shahin Gaini hevur ført fram, at eitt sjúkrahúsverk er ein pakkaloysn, har fleiri læknar mugu arbeiða saman fyri at geva sjúklingum ta bestu viðgerðina. Og ein vansi við at spjaða ta lítlu serfrøðina, vit hava, á trý sjúkrahús, er, at tað kann ganga ov long tíð frá tí, sjúklingurin vendir sær til sjúkrahúsverkið, til viðkomandi fær røttu viðgerðina.
- Um føðistovuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur hann, at orsøkin til at mælt verður til at niðurleggja føðistovuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi, er sera einfalt tann, at tað verður mett, at tað er ikki ráðiligt at lata kvinnur føða á einum sjúkrahúsi, har hvørki ein narkosulækni, ella ein kirurgur, eru knýttir fast at sjúkrahúsinum.
- Skal ein bráðneyðugur keisaraskurður gerast, er eingin serlækni har at gera tað, hevur yvirlæknin sagt.
Í hesum sambandi vísir Reimund Langgard á, at bæði Landslæknin, og Landssjúkrahúsið, hava mælt til, at føðistovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi verður niðurløgd.
Nú vil Raimund Langgard hava at vita frá Karsten Hansen, um tað somuleiðis eru aðrir myndugleikar, ella læknafakligar tilráðingar, sum eisini mæla til at steingja føðistovuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi?
Karsten hansen skal eisini greiða frá, um kvinnur, sum skulu føða á Tvøroyri, fáa ”greitt at vita um vandan við at føða á sjúkrahúsi uttan neyðugar serlæknar og ressursir”, sum Reimund Langgaard tekur til.
Somuleiðis vil hann hava at vita, um umstøðurnar hjá teimum barnakonum, sum fara til Havnar at eiga, eru nøktandi, ella um ætlanin er at bøta um tær.










