Er garnatálg sunt feitt ella ósunt feitt? Tað er ein spurningur, sum kjakast hevur verið eitt sindur um seinastu vikuna.
Serliga nú skipað var fyri FM í garnatálg hevur verið ført fram, at í veruleikanum hoyrir garnatálg til tað sunna feittið.
Men tað er Poula Paturson, serfrøðingur í kosti á Fólkaheilsuráðnum, ikki samd í. Hon sigur, at Fólkaheilsuráðið tekur undir við nýggju kostráðunum, sum danska Heilsustýrið gav út í fjør.
Har verður mælt til at minka um nøgdina av mettaðum feitti í tí matinum, vit eta. Mettaða feitt fáa vit, millum annað, frá smøri, róma, feitum oksakjøti – og garnatálg.
Hinvegin verða fólk eggjað til at eta meiri av einkult-ómettaðum feitti, sum vit, millum annað, fáa frá olivinolju, repjuolju, heslinøtum, mandlum v.m.
- Kanningar úr okkara grannalondum vísa, at sum heild eta fólk ov nógv mettað feitt. Ov nógv mettað feitt økir um vandan fyri høgum kolesteroli og hjarta- og æðrasjúkum og ert tú í iva, skalt tú í størstan mun halda teg til einkultómettaða feittið og omega-3 feittið.
Omega-3 feitt kemur millum annað frá fiskalýsi, feitum fiski, olju úr hørfræ, og aðrastaðni, sigur Fólkaheilsuráðið.
- Tað vil við øðrum orðum siga, at tú kanst við góðari samvitsku eta garnatálg av og á, sigur kostráðgevarin í Fólkaheilsuráðnum.
- Men tað besta fyri heilsuna er at eta fjølbroytt og at minnast til, at eta grønmeti, feitur fiskur og at minnast til tað góða feittið frá nøtum, olivinolju og avokado.
|










