Er tað trygt at fara til Turkalands?

Herfyri spurdi Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, uttanríkismálaráðharran Anders Samuelsen, hvørt hann ætlaði at fara inn í málið við Silas Olofsson, tá hann var afturhildin í Turkalandi í 30 tímar og seinni sendur av landinum og noktaður innfararloyvi aftur.

 

Uttanríkismálaráðið hevur nú svarað og sigur, at tá ein borgari ikki hevur vent sær til uttanríkisráðið við málinum, so einki er gjørt og einki verður gjørt inntil viðkomandi hevur biðið um ráðgeving ella hjálp.

 

Magni Arge er ikki heilt nøgdur við svarið og ætlar sær at arbeiða víðari við tí.

 

- Eg haldi vit skylda Silas, at vit hyggja nærri uppá málið, um ikki annað fyri at greiða málið soleiðis, at tað ikki sær út sum at hansara egni heimavøllur og Turkaland ikki sær hann sum ein, ið hevur verið í ondari trúgv í Turkalandi, sigur Magni Arge.

 

Magni Arge sigur, at tað sær út til at tað er ikki nógv rættartrygd í væntu fyri danskar ríkisborgarar, sum ferðast til Turkalands og hann vil vita, um uttanríkismálaráðharrin ætlar sær at gera nakað við, at ávara danir og føroyingar um tað.

 

- Eg haldi, at vit hava krav uppá at vita um rættartrygdin er í lagið hjá teimum, sum hava danskt ella føroyskt pass og fara til Turkalands, sigur Magni Arge, sum tó sigur víðari, at tað kunnu verða onnur viðurskiftir, ið gera seg galdandi, sum gera, at mann velur at niðurtóna málið.

 

- Tað veit eg so ikki, sigur Magni Arge.

 

Ynskja framhaldandi samstarv við Turkaland

 

Í grein um evnið í Kristeligt Dagblad í dag, sigur Hans Mouritzen, granskari í uttanríkispolitikki, at danir allarhelst ynskja at niðurtóna støðuna, tí samstarvið við Turkaland er ógvuliga svikaligt í løtuni og tað skal lítið til, at gera tað verri.

 

- Uttanríkisráðið kann taka sakir av hesum slag upp av sær sjálvum, men velur nokk at lata verða í hesum føri, sigur Hans Mouritzen við Kristeligt Dagblad.

 

Micahel Aastrup Jensen, framsøgumaður hjá Venstre í uttanríkismálum, sigur í somu grein við Kristeligt Dagblad, at borgarin sjálvur eigar at seta seg í samband við myndugleikarnar. Hann sigur, at hann er yvirraskaður yvir, at Silas Olofsson ikki hevur sett seg í sambandk við Borgerservice um málið.