Er tað rætt at lata FK byggja í miðbýðnum í Klaksvík?

Fyri meira enn 30, ja kanska 35 árum síðani, søkti FK um byggiloyvi í miðbýðnum í Klaksvík, men minnist meg rætt, so var tá ógjørligt at finna eitt hóskandi øki til hesa fyritøku - fyritøkan fekk tá ávíst eitt øki uppi við Borðoyavík, sum teir takkaðu NEI til - sama øki sum teir fyri stuttum søgdu JA til at byggja á, men sum tá – av býráðnum - bleiv útlagt til grønt øki, - og so datt tað niðurfyri.

Nú er so málið aftur til viðgerðar, og ein hevur kensluna av, at hetta er sum eitt plástur upp á sárið, tí nú er so ætlanin at geva byggiloyvi á eitt sera centralt og í forvegin upptikið økið, nevniliga norðan fyri statoilstøðina við Nólsoyar Páls Gøtu. Økið er ein forlonging av verandi fiskaríhavn á Stongunum – her eru nevniliga bátabrúgvar við báta- og bilparkering til teir sum hesar eiga + oljulevering við meira.

Nú kenni eg av góðum grundum ikki málið betri enn arðir borgarar, men her er talan um eitt vakurt øki, og skal byggjast her, so má byggjast við skynsemi.

Í mínum hugaheimi mugu allar bátabrúgvarnar flytast á annað hóskandi stað, síðani má útfyllast nakað út á vágna fyri at geva pláss fyri bygninginum, tí bygningurin má vera í minsta lagið 40-50 metrar frá høvuðsvegnum í einari hædd – og við hópin av parkeringsplássum frammanfyri, annars verður alt ein sannur ruðuleiki fyri alla framtíð á Nólsoyar Páls Gøtu. Har tað longu nú er sera óframkomiligt.

Vónandi verður ein góð og virðilig loysn funnin bæði fyri FK og ikki minst fyri borgararnar í Klaksvík.