Er tað rætt at halda almenna summarútsølu?

Boðað varð frá ein av døgunum, at ætlanin at einskilja Altlantsflog er tikin upp aftur. Partabrøv skulu seljast longu í summar. Samstundis verður arbeitt við sølu av Føroya Banka, LÍV og Føroya Tele. Spurnigurin er, um hendan almenna summarútsølan er skilagóð

John Johannessen, Løgtingsmaður
www.john.fo

Í samgonguskjalinum avtalaðu flokkarnir at fara undir einskiljingar av øllum hesum feløgum. Men onki varð sagt um, at tey øll skuldu seljast bíliga á einari almennari summarútsølu.
Tað hevur gingið seint við einskiljingartilgongdini. Men nú samgonguskeiðið fer at halla, tykist vera komið undir land við øllum í senn. Spurningurin er bara, hvussu skilagott tað er fyri landið at seta so stóran part av ongum sínum til sølu á partabrævamarknaðinum samstundis.
Í øllum førum hómi eg ein stóran vanda fyri, at hetta fer at lækka prísin munandi. Og so er spurningurin, um virðismiklu ognirnar hjá føroysku skattgjaldarunum skulu seljast á summarútsølu fyri undirprís, bert fyri at royna at uppfylla ideologisku gandaorðini hjá nøkrum ávísum fáum?
Sjálvur haldi eg, at samgongan eigur at viðgera spurningin um einskiljingarnar í næstum, soleiðis at støða kann takast til, hvussu eigarin, skattaborgarin, tann meinigi føroyingurin, fær mest burturúr.