Er tað nú soleiðis løgmaður?

Poul Michelsen, løgtingsmaður

Sá á Portalinum, at løgmaður sigur, at eg skal má hava misskilt málið um føroysku sendistovuna í Reykjavík, og at sendistovan í Reykjavík als ikki skal húsast í donsku sendistovuni, men í egnaðum hølum úti í býnum.
Tað ljóðar næstan á løgmanni, sum um at tað eri eg, sum havi funnið upp á, at føroyska sendistovan skal leiga seg inn á donsku sendistovuna í Reykjavík?
Nokk so ótrúligt av løgmanni! Eg eri fullvísur í, at løgmaður sjálvur upplýsti hetta samstundis, sum hann boðaði frá, at Føroyar fór at opna sendistovu í Reykjavík.
Løgmaður segið tá, at føroyska sendistovan skuldi leiga seg inn í DONSKU sendistovuna.
Hatta við kjallaranum havi eg funni uppá – men er nakar munur?
Eg kann bara fegnast um, at løgmaður er komin á aðrar og betri tankar. Hetta kann benda málið inn á rætt og enda við eina virðiligari loysn. MEN eg fari at bíða við at gera nakra endaliga niðurstøðu um tað virðiliga til vit vita, hvussu loysnin sær út. Hvussu føroysk hon er og m. a. hvørja rúmd føroyska flaggið og føroyska skjaldrarmerkið fáa, og hvussu langt orðingin »Kongeriet Danmark for så vidt angår Færøerne« røkkur.
Danskir myndugleikar eiga og skulu skilja, at talan er um, at føroyingar ætla at opna sendistovu í Reykjavík. Og tað er ikki tað sama og at opna eina sendistovu í t. d. Dubai.
Vilja donsku myndugleikar ikki gera hetta á ein virðisligan hátt, eiga vit at sleppa sendistovuætlanini og opna eina umboðsstovu ístaðin.
Ein umboðsstova hevur ikki diplomatiskan status, men við teimum royndum, vit hava av umboðsstovuni í Keypmannahavn - so er hetta til at liva við.
Umboðsmaðurin kann hjálpa vinnilívinum og føroyska diplomatinum eins væl og sendimaðurin. Kanska sleppur umboðsmaðurin ikki við til eins nógva reseptiónir, men tað kunnu vit eisini liva við.
Eg ivist onga løtu í, at løgmaður ger sítt allar besta fyri at finna eina virðiliga loysn. Lat okkum síggja, hvussu avtornar.