- Er tað nóg gott at Hoydal kannar seg sjálvan?

Tað spyr Jørgen Niclasen í lesarabrævi í dag.

- Løgmaður ger einki og virðir heldur ikki niðurstøður frá Landsstýrismálanevndini. Heldur ikki vil hann røkja sína skyldu, at hava eftirlit við sínum landsstýrisfólkum. Løgmaður hevur hagartil ikki kannað nakað, sum landsstýrisfólk hava gjørt. Hann hevur bert tikið alt til eftirtektar. Nú hevur hann boðað frá, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, kannar seg sjálvum. Og tað er gott nokk fyri hann nú.

 

Tað skrivar Jørgen Niclasen millum annað í lesarabrævi í dag, har hann ikki er mjúkur við samgonguna. Jørgen Niclasen undrast á, at undanfarna andstøðan, sum nú er samgonga, koyrdi so nógv á, fyri at flytingar av veiðiloyvum í 2012 skuldi fáa avleiðingar, men at tað nú er nóg mikið, at landsstýrismaðurin sigur seg einki vita um flytingarnar.