Fríggjadagin var tað ein grein her á síðu tvey, sum var til viðgerðar. Tað var greinin »Hvar var Kringvarpið«, sum vit skrivaðu, tí vit hildu tað vera eitt sindur løgið, at Kringvarpið ikki var til tiltakið hjá Dugna, tá tey heiðraðu Snorra Brend fyri positivar greinar um fólk við breki.
Vit fara ikki at misteinkja Kringvarpið fyri ikki at dekka tiltakið, tí tað var eitt blaðfólk í Miðlahúsinum, sum varð heiðrað. Tí tað vistu tey ikki. Men løgið var tað kortini, at Kringvarpið als ikki nevndi hesi positivu tíðindini - havandi public service kravið í huga.
Men so er tað Jákup Magnussen, sum ikki kann lata vera við at koma við insinuerandi viðmerkingum. Hesaferð postuleraði hann, at bløðini fáa fleiri milliónir í almennum stuðuli, tí tey eru frítikin fyri MVG. Reint journalistiskt hevði tað sømt seg betur fyri bæði Kringvarpið og Jákup Magnussen, at hann eftirkannaði tað, hann sigur. Minsta kravið má vera, at pástandurin er rættur. Einaferð legði hann Rás2 undir at taka ímóti mutri, og nú er skuldsetingin, at vit ikki gjalda MVG. Føroysku bløðini gjalda fleiri milliónir í MVG um árið! Tað sum Jákup Magnussen hevur misskilt er, at søla av bløðum, eins og bókum, er frítikin fyri MVG. Óbeinleiðis kunnu vit siga, at hetta er stuðul til bløðini - men tað umfatar altso bara søluna av blaðnum, sum í sølubúðini kostar 20 krónur í staðin fyri 25, harav landskassin skuldi havt tær fimm krónurnar.
Annars vóru tað kvinnurnar í sendingini, sum betur dugdu at reflektera og analysera viðurskiftini, enn journalisturin og politisturin gjørdu fríggjdagin. Kanska tí tær hava vinnulívsroyndir og vita, hvat tað er at reka forrætning, har pengarnir bara ikki koma av sær sjálvum.
Men stríðið um lýsingarpengarnar, tað heldur fram, hóast Elin Michelsen rullar eygu. Vit í Miðlahúsinum eru í tí vanlukkuligu støðu at skula kappast móti einum heilum landskassa um lýsingarpengarnar, og tað er hvørki rætt, rímuligt ella rættvíst. Tað er so hamrandi órættvíst. Og at politikarar - fyrst og fremst landsstýriskvinnan í mentamálum - ikki eru sína uppgávu vaksin, tað ger bara trupulleikan størri.