Henda reglan koma mær til hugs, tá eg las grein tygara »Eitt ljóst hár« í Dimmu hósdagin 6. juli.
Í byrjanini í greinini siga tygum: »gamalt varð sagt, at eingin ær var so svørt, at ikki okkurt ljóst hár fanst.«
Tað er heilt ótrúligt, sum ein kann skjóta »plett« uttan at vita hvønn ein skjýtur eftir. Mær fyrikemur tygara skriving sum eitt slag av einmansavriki. Ja, tað ljósa hárið eru tygum, men, alt er svart svart og aftur svart , og hóast hetta, er alt so sólaklárt.
Orsøkin til, at eg her taki til orðanna er tygara »herferð« ímóti Javnaðarflokkinum, hann ið er so ódemokratiskur, at hann ikki vil, sum tygum vilja. Tað skal verða eitt mark fyri, hvussu langt ein skal fara í síni herferð. Alt føroya fólk er væl vitandi um, at tygum eru fyrrverandi lærari og háskúlastjóri, har tygum kundu hava einvegis samrøður við næmingarnar og har hava møguleikan at stýra hvat hvør kundi siga og gera. Tað var ikki hildi at verða ódemokratiskur framferðarháttur ? tí soleiðis var tað bara.
Tygum skriva. at tað er »kanska ov nógv forlanga at Javnaðaflokkurin skal verða fyri fullveldinum«. Ja, heilt erligt, hvat munnu tygum halda demokrati verða. Trúgva tygum, at Javnaðarflokkurin er stoltur av Nýrup, nei, men fyri tað er tað ikki ein sjálvfylgja, at fullveldisfólk kunnu forlanga at Javnaðarflokkurin skal verða fyri fullveldinum.
Millum okkum uttanfyri standandi var í byrjanini av hesum samgonguskeiðnum tosa nógv um, hvussu sterkur H. Hoydal var, ikki geva Javnaðarflokkinum skyldina fyri tvørligu støðuna hjá donsku stjórnini, men vit vita væl, at hetta hevði verið freistandi fyri hann. Í allari perioduni, har hann ikki »brúkti« Javnaðarflokkin til syndabukk, var hann samstundis semjusøkjandi.
Tað løgna við støðuni í dag er nevnliga tann, at fullveldisfólki - tygum og H. Hoydal íroknaðir - geva nú Javnaðarflokkinum skyldina fyri fastlæstu støðuna. Hvat er tað fyri demorkrati, har ein velur út úr rúgvuni, hvør skal verða syndabukkur. Er tað demokrati, Steinbjørn B. Jacobsen ?
Tygum sitera ta nógv virdu Enmandsavisen hjá háskúlastjóranum Poul Erik Søe, men Steinbjørn - ver fullvísur í, at harra Poul Erik Søe skrivar heiðurligt og reiðuligt, og gevur ikki Javnaðarflokkinum skyldina fyri fæstlæstu støðuna. Hetta endurgeva tygum sjálvur í greinini: »og de færøeske sosialdemokrater har altid villet samhørighed med Danmark«; kom nú ikki næstu ferð og endurtak, at tað er ódemokratiskt at verða fyri ?samhørighed? við Danmark.
Tað er óhøviskt, skammuiligt, óvirðiligt, ófólkaligt og ikki sørt nasadjarvt av tygum, at kalla tað ódemokratist, at ein flokkur ynskir ein betri heimastyrislóg heldur enn fullveldi.
Harra Steinbjørn B Jacobsen! Tygum kunnu skriva, so nógv tygum vilja ? men misnýtið ikki demokratiska rætt tín til at taka demokratiska rættin frá øðrum.
»Royn ikki at gera nakað í móti øðrum, sum tú ikki hevði brýggja teg um, at onnur gjørdu í móti tær.«
Birgir Waag Høgnesennskt, áðrenn tær kundu dømast, tí tað varð sagt, at eingin próvdómari í biologi og samfelagsfrøði, sum skilti føroyskt, var tøkur.
Teir næmingarnir, sum fóru til próvtøku í biologi og samfelagsfrøði, skuldu, tá teir settu seg við próvtøkuborðið, skriva undir uppá, at teir heimilaðu, at uppgávurnar vórðu umsettar til danskt, áðrenn tær vórðu dømdar. Av umleið 35 næmingum vildu tólv næmingar ikki skriva undir, og tískil fingu teir einki prógv, men eina váttan um, at teir høvdu gingið á skúlanum í trý ár, at teir høvdu fingið øll próvtølini uttan í skrivligari biologi og samfelagsfrøði, og tískil ikki høvdu staðið royndina.
Stórar broytingar
Jógvan Jespersen staðfesti, hvussu stórar broytingarnar hava verið hesa síðstu fjórðings øldina. Nú verður tosað og skrivað á føroyskum, og nú snúgva uppgávurnar seg um føroysk viðurskifti. Tað gjørdu tær ikki í 1975.
Tað árið var heitið á skrivligu uppgávunum í biologi ikki serliga vinarligt móti føroysku næmingunum. Teir skuldu Give en økologisk beskrivelse af en dansk løv? eller nåleskov. Og teir skuldu anføre nogle sandsynlige konsekvenser med hensyn til frøens biologi i Danmark.
Hetta sigur okkum, at talan ikki bara var um ein danskan skúla, tá tað snúði seg um málið, men eisini um innihaldið.
Ivaleyst setur danska undirvísingarverkið framvegis sín dám á føroysku miðnámsútbúgvingarnar. Og ivaleyst verður gongdin í framtíðini tann, at útbúgvingarnar fara at gerast alt meiri altjóða kendar, men tað er einki at ivast í, at á summum økjum hevur tað gingið rætta vegin síðstu fjórðings øldina.
? At næmingarnir ofraðu prógvið fyri móðurmálið tykist ikki hava skaðað útbúgvingar? og virkisleiðina. Próvleysu næmingarnir síggjast aftur nógva staðni í samfelagnum, og tveir teirra hava verið valdir inn á ting fyri sambandsflokkin, segði Jógvan Jespersen, sum harvið vísti til Bjørn á Heygum og Marius Dam.
Hugnalig samvera
Í fjósinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali fingu luttakararnir ábit eftir túrin í Reynsmúlalág.
? At ganga niðan á Reynsmúlalág og aftur í fjósið hjá Ríðingarfelagnum var eingin trupulleiki hesa ferð. Men spurningurin er, hvussu tað fer at verða, tá vit fara at halda hálvt hundrað ára dagin, helt ein av luttakarunum.
Í Hoydølum var veitsla seinni um kvøldið. Tað var dýrdarveður, og skipað var fyri myndatøku uttanfyri skúlan ? akkurát sum fyri 25 árum síðani. Næmingarnir stóðu og sótu í somu røð, sum teir sótu og stóðu tá, men onkur helt fyri, at beinkirnir tóktust eitt sindur tódnaðir!
Undir borðhaldinum vóru fleiri røður. Fýra lærarar vóru møttir. 87 ára gamla Daniella Olsen, sum vísti seg at vera sera væl fyri, og so tær yngru Katrin Thomassen, Inge Flø Jørgensen og Jette Hoydal. Jette mintist í síni røðu aftur á, at hesin árgangurin var tann fyrsti, sum hon undirvísti í Hoydølum. Nú er tað næsta ættarliðið, sum fær málsliga undirvísing, og sum tað verður roynt at læra upp til ábyrgdarfullar og sosialt medvitandi samfelagsborgarar.
Dýrdarveðrið gjørdi, at tað bar til at hugna sær bæði inni og úti. Eitt orkestur spældi, og tá tað leið nakað út á náttina, fór Sámal Ravnsfjall á pallin og sang um medistaran í karry.
Nakrir fáir næmingar høvdu ikki umstøður at vera við leygardagin. Fyri tey, sum hittust, var talan um ein framúr hugnaligan dag. Onkrir floksfelagar høvdu ikki hittst hesa síðstu fjórðings øldina. Semja var um, at so long tíð skal ikki renna, áðrenn tað næstu ferð verður skipað fyri felags samveru.th;ur uppaftur neyðugari í einum føroyskum sjálvberandi fiskivinnubúskapi.
Við tøkk fyri upptøkuna.
Egil Olsen - fiskivinnufrøðingur
Myndatekstur (Mynd av Egil Olsen)
Vit sóu í kreppuárunum, hvussu alt samfelagið ávirkaðist av tí negativu gongdini í fiskivinnuni og vit síggja í dag, hvussu alt samfelagið ávirkast av tí positivu gongdini í fiski- og alivinnuni.Ì eini tíð, har fría kappingin ræður og har broytingarnar henda skjótari enn nakrantíð, er tað sera umráðandi altíð at vera kappingarførur mótvegis kappingarneytunum. Hetta krevur gransking, sigur Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur, sum her roynir at birta uppundir kjak um føroyska fiskivinnugransking