Er tað betri at tvangsflyta til Havnar enn til Sandavágs?

Aftan á at tosað hevur verið um bústaðarviðurskiftini hjá sinnisveikum í so nógv harrans ár, er glið endiliga komið á, men nú er ein øðilig skramblan og skriving um hetta, og bara skriving, sum er ímóti hesi bygging, bara tí tað er í Sandavági. Tosað hevur verið um hetta, alt eg minnist.

Um hvussu ómenniskjasligt og ósømiligt tað er fyri hesi menniskju, at tey hava verið og enn eru noydd at búgva á psykiatrisku deild. Nú sigst, at onkur enntá hevur búð har í 40 ár, og tey eru allastaðni frá úr Føroyum. Haldi tað er so langt úti.
Men at tey eru úr øllum landinum, er tað so løgið? Í øll tey ár, psykiatriin hevur eksisterað, hevur einasta tilboð verið psykiatriska deild, og familjur úr øllum landinum hava verið noyddar at flutt til Havnar, um ein av teirra kæru hevur havt eitthvørt brek – og hesi ósømiligu kor eru ikki og hava als ikki bara verið galdandi fyri sinnisveik og teirra familjur, so langt burturfrá. Tak t.d tær familjur á bygd, ið høvdu og hava ein menningartarnaðan í familjuni, tey ið hava havt ella hava eitt hoyribrekað barn og tey við øðrum breki. Tey hava øll verið noydd at flutt úr síni heimbygd til Havnar, um tey vildu geva sínum børnum og næstringum flestu møguleikarnar og bestu hjálpina. Nakar gjørt vrøvl um tað? Næ, tað hevur bara verið ein SJÁLVFYLGJA at flutt tey ella alla familjuna til Havnar. Summi noydd at selja tað, tey áttu, fyri at flyta við, og onnur, ið vóru noydd at lata síni børn búgva í Havn, um ongin møguleiki var hjá teimum at flyta við.
Aftan á tos og dúgliga skriving í áravís og vallyftir val eftir val er ikki tað stóra komið burturúr, men í 2001 helt man, at gongd av álvara kom á, tí NÚ skuldi byggjast í Havn til tey sinnisveiku. Men er tað gjørt? Nei!!!! Hví???
Hvør spurdi øll hesi menniskju eftir tá? Var nakað val hjá teimum? Hava tey havt nakað val í øll hesi ár? Hevur tann, ið nú hevur búð á psykiatrisku deild í 40 ár havt nakað val? Nei! Løgið at rópt verður upp um ”tvangsflyting” nú, tí nú SLEPPA tey kanska at velja.
Gud gævi satt, tað varð tikið hond um hetta álvars mál fyri nógvum, nógvum, nógvum árum síðan. Men gakk, nei! Og Gud gævi satt, at líka nógv rumbul var um tvangsflyting av fleiri familjum til HAVNAR, tí tey ongi tilboð høvdu ella fingu á teirra oyggj ella heimbygd. Tí tey høvdu ONKI val!!