- Tú endar (næstan) øll orð við "ir"
- Tú av prinsippiellum orsøkum ikki setir teg í bygdaskýlið í Gundadali
- Tú veitst, hvar ávikavist guli og gamli bókahandil eru
- Tú sigur Brúksan í miðbýnum ella Brúksan í Hoyvík og ikki Føroya Keypsamtøka ella Keypsamtøkan
- Tú veist, at Tórsgøta og Bøgøta eru einvegis
- Tú av óvart sigur "nú vóru vit aftur í Føroyum", tá ið tú kemur heim aftur til Havnar
- Tú veitst, hvat tað merkir, tá onkur er farin á ”plenuna”
- Tú veist, hvat og hvar Røntgan er
- Tú veist, hvat liggur í orðinum bygdasligt
- Tú kennir Snobb Hill, Valby, Kinabrekkuna, Conradsbrekku, Vestmannabjørgini, Kardemummubýin, Revagarðin, Amerika, Mexiko, Grønland, Bøkjarabrekku, Rabarbukvarterið ..
- Tú heldur, at kioskin hjá Astu er ein partur av býarmyndini
- Tú sigur Havn og ikki Tórshavn
- Tú antin heldur við HB ella B36 og antin keypir hjá Balslev ella Timburhandlinum
- Tú sigur ”morin” í staðin fyri góðan morgun
- Tú fært klump í hálsin, tá Havnin kemur til sjóndar uppi á Oyggjavegnum
- Tú enn heldur, at Sisu smakkar av Havn og Jolly av Klaksvík
- Tú veitst, hvar tey pakka matin inn í avísir
- Tú heldur, at Bacalao enn er til
- Tú hevur enn ilt í sálini av, at Konditaríið lat aftur
- Tú veitst, hvørjar kioskir eru opnar langa fríggjadag og 1. jóla- og páskadag
- Tú sigur ”Glade Hjørn” og ikki "Káta Hornið"
- Tú sigur mæviir og ikki maður og týsdæviir og ikki týsdagur
- Tú sigur Havna Kirkja og ikki Dómkirkjan
- Tú villist uttan fyri Ringvegin
- Tú sigur plantasjan og ikki viðarlundin
- Tú hongur klæðir út og vaskar bil sunnudag
- Tú syngur við til Kára P. og Anniku Hoydal
- Tú gleðir teg til Mentanarnáttina
- Tú finnur runt í plantasjuni
- Tú heldur at Fich&Chips er romantiskt
- Tú leggur líka í, hvat onnur halda
- Tú ilskast inn á dialektir í útvarpinum - hví kunnu tey ikki bara tosa ordiligt..?