Er svínakjøt mannaføði?

Um ein hevur etið svínakjøt og framleiðslu av hesum kjøti kann ikki útihýsast, at dioxin hevur verið í. Dioxin kann geva krabbamein, minka um møguleikan at fáa børn, geva húðsjúkur o.s.fr.

Vit minnast øll gøluna í Kina, har børn í hópatali eru deyð av eitur í mjólk. Virkir í Europa íroknað danska ARLA høvdu í langa tíð selt barnamjolk við plastik í. Eftirlit? Ikki so nógv!

Seinasta er, at írskir bøndur hava latið svínakjøt á europeiska marknaðin innihaldandi Dioxin. Hetta er eitt sera vandamikið evni og kann føra til krabbamein, minkaði evni til at fáa børn o.s.fr.

Eftirlitið virkar soleiðis, at tað verða tiknar stikkroyndir. Tað vil siga, at partur av vøru saktans kann fara heilt upp á handilshillarnar full av eitri uttan, at vit vita av tí. Og tað er tað sum nú er hent.

Ikki nokk við tí. Vøra gjørd av grísakjøti so sum ymiskir rættir, pylsa, skinka, livurpastei o.s.fr. kann verða dálkaði av hesum eitri.

Nú jólini nærkast, og vit fara undir at seta lívið í vága fyri at eta dunnur og høsnarungar, sum saktans kunnu verða fullir í salmonella, so er eisini at hugsa um, at vit kunnu fáa stóran skaða av livurpastei, pylsu, skinku o.s.fr. Vit vita longu, at chips gevur krabbamein.

Var tað nakar, sum segði, at tað sum er á handilshillunum er væl kannað og vandaleyst?