Olaf Olsen
Eg havi lisið nýggju tilráðingina frá ICES um fiskiskapin undir Føroyum. Tað er áhugaverdur lesnaður. Summar niðurstøður eru skiljanligar, aðrar eru tað als ikki. Nakað havi eg ikki skil fyri. Tað sær annars út til, at tað er broyting í ávísum førum í grundarlagnum fyri summum niðurstøðum, og tað er sera áhugavert í sjálvum sær.
Eg skal við hesum bert taka eitt petti, sum tó hevur stóran týdning, serstakliga fyri upsafiskiskapin.
Tað stendur, at rátt verður til at minka veiðiorkuna eftir upsa við umleið 40 %, hóast tað stendur, at stovnurin er vaksin frá 1992 til 2003. Tí haldi eg, at tað er nóg so nógv avgjørt at skula minka veiðiorkuna so álvarsliga.
Men eg skal ikki siga meira um tað, men tað, sum undrar meg nógv meira, er, at um íblandingin av toski og hýsu í fiskiskapininum eftir upsa økist, so eigur veiðiorkan eftir upsa at minkast tilsvarandi meira.
Her er tað, eg haldi, at sunn fornuft heldur uppat. Vit, sum hava fylgt við fiskiskapinum undir Føroyum, síðani vit fingu fiskidagaskipanina og áðrenn, hava sæð, hvussu íblandingin av hýsu og toski hava svingað. Fyrst í nítiárunum minkaði toskurin, sum cubatrolararnir fingu sum hjáveiði, niður í 250 tons árliga fyri øll 8 skipini. Hetta var tað lægsta nakrantíð. Men skipini hildu fram at fiska sum vanligt, og íblandingin fór aftur at økjast, og fór upp um 2.000 tons.
Um tað nú vísir seg, at toskur og hýsa fer at økjast í upsaveiðini, helst tí tað er meira til av teimum, skal so upsafiskiskapurin minkast tilsvarnadi?? Um nú toskur og hýsa økjast við 100 %, sum væl kann henda, hvussu langt niður skal so upsaveiðan? Skal hon so minkast við 60 % ella kanska meira?? Tað vil í veruleikanum steðga upsaveiðini. Og hvørjum skal bíðast eftir, til upsaveiðan kann økjast aftur? Er tað tá toskurin aftur minkar??
Eg haldi, at her skortar sunn fornuft í stórum. Um toskur og hýsa økist aftur í fiskiskapinum eftir upsa, so er tað tí, at tað er meira til av hesum fiskasløgum, og eg dugi ikki at síggja annað, enn at tað er gleðiligt umframt at tað er gott fyri vinnuna at meira er at fáa av dýrari fiski. Her er tað júst, at okkara fiskidagaskipan kemur til sín rætt, men tað sær út til, at tað eru nakrir, sum ikki hava fatað eitt mukk av henni.
Stýring av fiskivinnuni undir fiskidagaskipan (innsatsregulering).
Um nakar skal taka okkara veiðiregulering í álvara, so mugu vit eisini nýta ta regulering, sum vit sjálvir hava sett í verk. Um tað ikki verður hugt eftir, hvat veiðiorkan er og hvussu hon broytist, so hevur tað onga meining at hava eina slíka skipan. At fylgja við, hvussu veiðiorkan nøguliga broytist, er munin lættari enn at vita, hvat fiskur fer aftur í havið og tað, sum annars kann manipulerast við undir eini kvotuskipan. So kann hon ikki nýtast at stýra við, og heldur ikki sum argument fyri góðari skipan yvir fyri teimum, sum møguliga vilja kritisera hana, t.d. umhvørvisfelagsskapir ella fiskakeyparar ella -nýtarar.










