Er stuðulsskipanin nøktandi?

Tað er vorðin siðvenja, at tá várið kemur skipar Javni fyri økisfundum runt í Føroyum. Hesir fundir hava ymisk viðkomandi evnir.

Evnið á fundunum í ár verður »Er stuðulsskipanin nøktandi« fyri foreldur, fyri tann brekaða, fyri stuðulin, umsitingarliga og fyri politikaran?

Javni hevur í mong ár víst á manglandi skipan, tá játtaðir verða stuðlar til menningartarnað bæði børn og vaksin. Hóast myndugleikarnir siga seg vera greiðar yvir støðuna og ein ávísan tørv tá hugsað verður um pedagogiska ráðgeving og væntandi hølir ? so eru umstøðurnar alt annað enn góðar enn. Fyri mong er støðan ótolandi fyri heimini, stuðlarnar og so eisini fyri tann, ið hevur brek.

Fundirnir verða skipaðir við pallborðið, har foreldur, stuðlar, politikarar og umboð fyri almannastovuna og kommunurnar verða við. javni heitir á foreldur/avvarðandi og øll onnur, ið á ein ella annan hátt eru stuðlar ella eru við til at játta stuðlar, um at koma við at lurta og at luttaka í kjakinum um hesi viðurskifti so vit saman, kunnu betra um stuðulsskipanina hjá teimum menningartarnaðu. Fundirnir ið eru almennir verða í Húsmøðrafelagshúsinum í Sørvági, matarhøllini í Kollafjarða skúla, Fjallbrúður í Vági, Sjómansheiminum í Klaksvík og á Hotel Hafnia í Havn.

Allir fundirnir verða mánadagin 20. mars 2000 kl. 19.