Er Strandferðslan ment at røkja sína skyldu?

Hesar vikur, farnar eru, og tær komandi, kunnu vera prógv um, at Strandferðslan megnar bert so dánt at sløkkja eldar.

 

Strandferðslan, hugsi eg, átti at verið kveikjarin at ment samferðsluna kring alt landið. Men við atliti at skiftandi ferjum, broyttum farmatúrum, og at vit enn ikki kunnu nýta gjaldskort, kann bert staðfestast, at SSL er ein tungur vognur at draga ella skumpa.

 

Leingi hava vit bíðað eftir dagfestingini, nær nýggja ferjan skal tryggja okkum trygga og dagførda samferðslu um Nólsoyarfjørð.

 

Heilt nógvir fundir hava verið við landstýrisfólk, embætisfólk, Strandferðslu-stjóra, skipasmiðju og onnur, ið onkunsvegna hava samband við verkætlanina. Verkætlanina, ið er ein av avgerandi faktorunum, at fleiri búseta seg í Nólsoy.

 

Men hesar dagar, fokus bert er á Teistan, frykti eg fyri, at SSL hevur ikki orku at hugsavna seg um at byggja nýggja ferju. Eg hevði annars eina vón, at luturin hjá SSL var avgreiddur, í tann mun, at verkætlanin lá úti til ymsar veitarar at geva tilboð. Nú tøgnin valdar, ivist eg.

 

Er tað tó so, at verkætlanin gongur sína gongd, gleðist eg. Tó havi eg ofta borið fram, at tað hevur alstóran týdning at kunna brúkaran um gongdina!

 

Men! Nú er serlig støða, akutt støða, ið krevur eina serliga ferðaætlan. Eina ferðaætlan, ið í ávísan mun tryggjar nólsoyingum farm og bil-flutning, tó at farleiðin um Skopunarfjørð verður darvað.

 

Eg hugsi mær at tað ber til at taka upp aftur farmatúr kl 9:30 úr Havn og allíkavæl sigla av Gomlu rætt kl 11:15. Hetta sigi eg, tí tað hevur borið til!

 

Harafturat eigur at bera til at leggja ein túr fríggjakvøld - um nátturðatíð - og ein túr seinnapart sunnudag. Tá hevði verið møguleiki at ferðast vikuskiftið í Nólsoy.

 

Hesar túrar kundi Silja Star siglt um Skopunarfjørð, tó við teirri treyt, at bussur sjálvsagt var báðu megin.

 

Skipa tit eina ferðaætlan, galdandi fyri Nólsoy og Sandoy, har Ternan og Silja Star samstarva, so er eingin orsøk at órógva norðanfyri ella vestanfyri.

 

Góðu tit á Strandferðsluni! Lat okkum síggja í verki, at tit eru ment at røkja tykkara skyldu: Trygga og góða samferðslu - EISINI TIL NÓLSOYAR!