Er Strandferðslan ein professionellur stovnur?

Hans Pauli Henryson
----


Eg var við Smyrli túrin av Tvør­oyri kl 15:30 í dag 26/11. Tað var nógvur vindur av út­­­synningi og vestri. Komin í Nóls­oyarfjørð var lagt stilt, tí líkindi vóru ikki at fara á Havnina. Tá vit høvdu lig­ið í Nólsoyarfirði í einar 2 tím­­ar fóru vit suður aftur á Tvør­­oyri.
Tey ferðandi ið skuldi við flúgvaranum og tey í skuldu á sjúkrahús sluppu í land við sleipibátinum hjá skipa­smiðjuni. Sleipibáturin sigldi 2 túrar so bert 12 passaserar slupu í land, sjálvt um tað vóru fleiri ið vildu nýta henda møguleika, onkur skuldi til arbeiðis og onnur høvdu átrokandi ørindi í Havn.
Eg kann gott góðtaka at Smyril ikki fór á Havnina í teimum líkindum sum vóru í kvøld, men eg kann ikki góð­taka at onki alternativ var til Havnina, ei heldur kann eg góðtaka at bert ein partur av passaserunum sluppu í land. (Eg meti at í alt vóru einir 40 passaserar við Smyrli í kvøld).
Havast skal eisini í huga at hetta er ikki fyrstu ferð hetta er komi fyri síðan Smyril fekk maskinbrek , og verður neyvan síðstu ferð, veturin er illa nok byrjaður.
UM, leiðslan á Strand­ferðsl­uni saman við skip­ar­unum á Smyrli hava tosað sam­an, lagt eina ætlan, eina sokallaða plan B, sum skuldi verði nýtt í slíkum førum. Soleiðis at tað ikki kom sum eitt yvirraskilsi hvørjaferð havnin í Havn ikki kann nýt­ast. So er hetta ikki gjørt gott nokk.
Um tað ikki eru líkindi at fara á Havnina, so hava vit Kollafjørð, Runavík, ella Klaksvík.
Tað kann eisini hugsast at onkur minni tillaging á nevndu atløgupláss skal til, so sum undirløg/plankar í ramp­una á Runavík. Hetta eru øll ting, sum hædd kann takast fyri við góðari plan­legging.
Tað at ferga fólk inn á Havnina er eisini ein alterna­tiv loysn, men í hesum føri­num vóru tað kanska einir 20 pasaserar ið høvdu tørv á at nýtt møguleikan, men bert 12 sluppu við, um hesin møguleikin hevði havt verði tikin við í eina plan B, so hevði man t.d. kunna nýtt fleiri bátar.
Tað at tann mittasti dag­ligi túrurin suður og norður verður avlýstur av veðri kan eg eisini góðtaka, men at hesin túrurin í kvøld ikki verður sigldur, les, at fólki ikki sleppur í land norðan­fjørðs, orsakað av í míni verð vánaligari planlegging havi eg ringt við at góðtaka.
SSL umsitur eisini buss­leiðina so tað skuldi verði so upplagt at arrangera trans­­port í samband við Smyr­il, um hann ikki legði at í Havn.
Í sambandi við broytingar og avlýsingar hjá SSL verður orðið trygd ofta nýtt. SJÁLV­ANDI skal trygdin altíð verða í lagi. Men man skal ansa eftir at tað ikki kem­ur inflatión í hetta orð, tað er so nemt at enda alla kommunikatión við at trygdin skal verða í lagi, tí so tiga øll!
Alt hetta eru ting sum eitt professionelt firma anno 2013 eigur at taka hædd fyri, soleiðis at man hevur alternativar møguleikar at taka til tá á stendur.

Á Tvøroyri 26. novembur 2013