??Fyrsta fortreytin fyri at fiskivinnan skal kunna dríva samfelagshjólini er, at hon er burðardygg. Vit mugu ikki lata gýtingarstovnar minka niðurum lívfrøðiligu tilráðingarnar – og vit mugu ikki taka fiskin ov tíðliga. Hetta er burðardygg fiskivinna lívfrøðiliga sæð. ??Búskaparliga skal veiðan helst minkast enn meira, tí fyri at vinnan aftur skal fáast at geva yvirskot, so er neyðugt, at munandi færri skip eru í vinnuni enn í dag. ??Vit mugu tíverri staðfesta, at umboðið hjá tí flokki, sum vit hava rikið atkvøður til, ikki hevur lagt fram nakað alternativ til daganiðurskurð til tess at náa hesum málum um lívfrøðiliga burðardygga og búskaparliga gevandi fiskivinnu. ??Vit kunnu hava ávísa virðing fyri, at tingbólkurin ikki sum aðrir flokkar klovnar í heilum. Ein viss dissiplin skal vera í. Men vit fóru uppá val við lyftinum um burðardygga fiskivinnu. Hana vilja vit hava. ??Stór ónøgd er í flokkinum, men vit mæla limum floksins til at møta fjølmentir á teimum báðum høvum, sum nú fara at standa í boði, á aðalfundi í Streymoyarfelagnum 9. september og so tíðliga í oktober á landsfundi. ??Har fara vit at leggja fram uppskot um, at flokkurin í framtíðini skal arbeiða fyri øllum tiltøkum, sum føra fram móti burðardyggari fiskivinnu eftir lívfrøðiligari og búskaparligari ráðgeving.?
Kári Petersen og Heðin D. Poulsen valevni Sjálvstýrisfloksins