Politikarar sigla við hesum vandasjógv, men spurningurin er so: eru tað politikarar, ið reka alla ábyrgd yvir á embætisfólkið, ella tað hinvegin er embætisfólkið, ið sjálvt tekur sær ræði, tey ikki hava.
Lat tað verða sligið fast, at evstu leiðslu og ábyrgd hevur politikarin, og við hesum er umráðandi, at embætisfólkið hevur sítt pláss eitt nú sum sparringspartnari.
Tá ið eg hugsi um 100 ára gomlu søguna hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og kanska serliga tíðina síðani 1939, tá lands/ríkiskassin tók við leiðsluni, er tað ófatuligt, at sjúkrahúsverkið framvegis liggur omaná - ikki bert omaná, men í oddinum innan føroyska sjúkrahúsverkið - við tí ágangi, ið verið hevur ímóti tí síðani.
Ólógligt sjúkrahússtýri var fyrsta álopið
Fyrsta álopið á stovnin var, at eingin limur í sjúkrahússtýrinum var úr Norðoyggjum fyrrenn í 1951. - Men hetta var eisini við til at hella bensin á bálið, og átti lut í læknastríðnum, sum var í Klaksvík frá 1952/53 til 1955.
Í hesum álopi vóru eingi vápn spard.
Lógin segði, at tað skuldi vera trý sjúkrahússtýri, eitt fyri hvørt sjúkrahús.
Tað sum hendi var, at embætisfólkið í høvuðsstað num, við stuðuli frá donskum embætisfólki breyt lógina, og setti bert eitt sjúkrahússtýri, og sjálvur politiovastin var formaður.
Áhugavert kundi verið at vita, hvar politiski myndugleikin krógvaði seg.
Hetta gekk eina tíð, men vit, sum eru komin eitt sindur til árs, kenna úrslitið. - Tað ber til at halda fólki niðri eina tíð, men ver vísur í, at einaferð kemur mótspælið.
Eitt forskansað sentralistiskt embætisverk
Vit skulu leggja til merkis, at í 1950unum, tá fyrstu skotriðurnar vórðu sendar ímóti Klaksvíkar Sjúkrahúsi, visti embætisfólkið í høvuðsstaðnum, tá dr. Halvorsen varð sendur úr Havnini, at hetta fór at elva til trupulleikar, tí embætismenninir í Havnini kendu hann, teir høvdu lisið saman við honum og kendu, hvørji krøv fóru at verða sett.
Einki av hesum var ein tilvild, eftir óstøðuga læknatilgongd í 1940unum.
Orsøkin til at eg nú dragi søguna framaftur er fyri at minna okkum á, at vit við tí leiðslu vit í dag hava ikki eru frægari fyri.
Bæði tey smærru sjúkrahúsini hava alla grund til at ræðast evstu politisku leiðsluna innan heilsuverkið í dag, ikki bert tí, at landsstýrismaðurin er sentralistiskur, men embætisfólkið stuðlar henni til at niðurleggja tey smærru sjúkrahúsini, og stuðlar henni í at fara út í ætlanir, sum landið hvørki hava orku til fíggjarliga og enn minni fakliga. - Latið okkum kenna okkara avmarkingar.
Tað hevur enntá fleiri ferðir verið brúkt, at landssjúkrahúsið fæst ikki at virka fyri teimum smærru sjúkrahúsunum.
Sum sagt, er tað ótrúligt, at Klaksvíkar Sjúkrahús er eitt mynstursjúkrahús. Hetta skyldast einum endaleysum bardaga fyrst og fremst frá nærlagnum og dugnaligum fólki á sjúkrahúsinum - bæði fakligar og ikki minst menniskjaliga.
Latið Klaksvíkar Sjúkrahúsi tann pening, tey sammet við hini sjúkrahúsini eiga. Tað er álvarsamt og eitt øgiligt bakkast fyri føroyska sjúklingin, tað sum bæði nú og seinastu árini hevur verið gjørt, spakuliga at draga teppið undan við at taka peningin frá sjúkrahúsinum.
Tað skal heldur ikki so lítið dirvi til at niðurleggja eitt vælvirkandi sjúkrahús og lata uppgávurnar upp í hendurnar á einum sjúkrahúsi, sum er í stórum trupulleikum, og hevur verið tað seinastu 30 árini.
Jógvan við Keldu










