Er ósemja um kommunusamanlegging

- ella valdar tað bert avgerðarloysið í landsstýrið og løgtingið

Løgmaður hevði eitt skilagott hugskot í sínari ólavsøkurøðu, og tað var at leggja kommunur saman í seinasta lagi 1. januar 2010.

Nú er síðsta útkall at leggja fram lógaruppskot um kommunusamanlegging áðrenn kommunuvalið, so at tey, sum bjóða seg fram kunnu vísa, hvat tey vilja arbeiða fyri, tá kommunur eru lagdar saman

Undanførslan um, at tað skal vera sjálvboðið, er bert at leypa yvir, har garðurin er lægstur, tí verandi samanleggingar hava víst, at framburður er í kjalarvørrinum av samanleggingum.

Landsstýriskvinnan og løgtingslimir mugu taka seg um reiggj og fáa hetta avgreitt, ongantíð ov skjótt. Tit hava einki at óttast, tí ein stórur meiriluti av tykkara veljarum hava sæð veruleikan í eyguni og taka undir við samanlegging.

Tað er altíð onkur sum rópar ímóti, men hesi hava ov stuttan sjónarring, tey síggja ikki fram um egnu nøs, tey hjúkla bert um egnu áhugamál og hugsa ikki um heildina.