Er semja um at leggja brúkaragjøld á eldraøkið?

Tingmaður spyr, sum semja er í landsstýrinum um, at brúkaragjøld skulu leggjast á tænastur á eldraøkinum

– Kann tað hugsast, at eisini triði flokkurin í landsstýrissamgonguni, Javnaðarflokkurin, fer at broyta politikk sín og verða við til at áleggja brúkaragjøld á eldraøkinum, soleiðis sum hinir báðir samgonguflokkarnir, Tjóðveldi og Framsókn, hava gjørt av í býráðssamgonguni í høvuðsstaðnum?

 

Tað spyr Jenis av Rana, løgtingsmaður, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum í einum grein 52 spurningi, sum hann hevur sent henni.

 

Hann spyr eisini, um ikki vandi fyri, at hendan avgerð Tjóðveldis og Framsóknar, at leggja brúkaragjøld á okkara eldru, fer at skapa trupulleikar fyri ta semju um nýskipan innan pensiónsøkið, sum samgongu- og andstøðuflokkarnir í løtuni royna at fáa í lag.

 

Í triða lagi spyr tingmaðurin um ikki vandi er fyri, at hendan avgerðin um brúkaragjald í einum lokaløki, høvuðsstaðarøkinum, kann skapa ein ójavna í liviumstøðum teirra eldru alt eftir, hvar tey búgva.

 

– At tey í nøkrum økjum fara at gjalda fyri tænastur, sum í øðrum økjum eru ókeypis. Og er hetta í tráð við tær ætlanir, ið vóru aftan fyri útflytingina av eldraøkinum frá landi til kommunur, spyr hann.

 

Jenis av Rana sigur, at hvørjaferð røddir hava verið fammi við uppskotum um brúkaragjøld, serliga á heilsu- og almannaøkinum, hava flestu føroyskir politikarar víst hesum aftur.

 

– Ístaðin hevur verið víst á, at samhaldsfasta vælferðaskipanin, sum vit hava í felag við grannar okkara, gevur eina trygd, har ikki er rúm fyri slíkum gjøldum.

 

– Nú tað frættist, at nýggja býráðssamgongan í Havn, har tveir av landsstýrisflokkunum eru partar, fer at áleggja brúkaragjøld á eldraøkinum, er spurningurin viðkomandi, um talan er um broyttan flokspolitikk, sum kann hugsast at fara at síggjast aftur í landspolitikkinum. Bert hugsanin um, at so kann vera, man í dag órógva mangan føroying, heldur Jenis av Rana.

 

– Harafturat kan møguleikin fyri ymiskum brúkaragjøldum, alt eftir hvar í landinum tú býr, skapa órógv og ónøgd millum tey eldru og útlitini fyri semju millum samgonguna og andstøðuna í pensiónsbólkaarbeiðinum kann hugsast at minka munandi, heldur hann.