Hendan myndin kundi kanska sagt, at hetta er seinasti upsin so stórur, sum hann er. Men so er ikki. Og tó. Upsaveiðan hjá partrolarum er nú so vánalig sum sjáldan áður. Fólk, sum Portalurin hevur tosað við og sum hava arbeitt á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará síðan 1997, siga, at so vánalig, sum upsaveiðan er í løtuni, hevur hon ongantíð áður verið øll hesi ár.
Og hagtølini siga júst tað sama.
- Í november í ár hevur verið heilt galið. Vit hava landað 490 tons tilsamans fram til 19. november. Hyggja vit eftir tølunum somu dagar í november í fjør, so høvdu vit hin 19. í fjør landað 2.014 tons ? ella eini 1600 tons fleiri enn sama mánað í ár.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn vænta tey kanska eini 400 tons aftrat tað, sum eftir er av november í ár, meðan sami mánaði í fjør gav heili 3.000 tons.
- So, tað er greitt, at landingartølini í november í ár og november í fjør kunnu als ikki samanberast, verður sagt á Kongshavn.
Hetta er annars góð fiskitíð, nú veturin stundar til.
Menn, sum sigla við ísfiskatrolarum, siga, at nógv er at síggja, og tað vísir seg, at tað serliga er svartkjaftur og hvítingsbróður, sum sæst á loddinum.
Men at seinasti upsin er veiddur, trýr eingin, og so galið er tað heldur ikki.
Nú vóna menn, at upsafiskiskapurin fer at taka seg uppaftur, soleiðis at veturin og várið fara at roynast.