Óført verður klandrast í samgonguni í løtuni. Ongantíð hava so mong krokodillutár runnið her á landi, sum seinastu dagarnar av loysingarflokkunum.
Samgongan hevur ein trupulleika - og hann er, at ein stórur meiriluti av føroyingum als ikki vilja hava loysing. Tað hava vit alla tíðina sagt. Og seinasta veljarakanning sýnir, at so er.
Vit í andstøðuni hava ongar trupulleikar av fólkaatkvøðuni Nei í Mei. Uppaftur betri hevði verið um fólkaatkvøðan um loysing varð 14.septembur. Hana vinna vit nevniliga so sannførandi, at Sjálvstýrisflokkurin hvørvur úr føroyskum politikki, Fólkaflokkurin minkar nógv, eins og Tjóðveldisflokkurin, við 7 tumma seymi fáa staðfest, at føroyingar vilja hava framburð her á landi í Ríkisfelagsskapi ímillum javnbjóðis partar í Ríkisfelagsskapinum. Hvør veit, um Ríkisfelagsskapurin ikki gerst so góður, at Íslendingar pikka á dyrnar, at bøta um feilin, teir gjørdu, tá teir loystu á sinni? Og møguliga fara teir at sleppa uppí aftur, um teir reka ein skilagóðan fíggjarpolitikk!
Er samgonguskjalið brotið:
Als ikki á ríkisrættarliga økinum! Orðarætt stendur: ?Tá sáttmálin millum Føroyar og Danmark er gjørdur og samtyktur á Føroya Løgtingi, verður hann lagdur til fólkaatkvøðu?.
Ongin sáttmáli er gjørdur ímillum Føroyar og Danmark, tí tað hevur loys-ingarsamgongan heldur ikki megna at samrátt seg til.
So onki er at at atkvøða um, sambart samgonguskjalinum. So einkult er tað!
Eg eri púra vísur í, at um Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin og helst eisini Fólkaflokkurin (Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin) høvdu gjørt eina breiða samgongu, við støði í hvat ein meiriluti av føroyingum vilja, nevniliga eina framtíð innan ríkisfelagsskapin, so høvdu vit kunna lagt ein sáttmála fyri føroyingar innan 6 mdr eftir at samgonga varð skipað. Ein sáttmála, ið ikki merkti hóttafall og fráflyting fyri føroyska fólkið.
Men er samgonguskjalið brotið annars?
Til tað kann svarast eitt stórt ja: Úr rúgvuni kann takast ?Miðað verður eftir at linka skatta og avgjaldstrýstið á húsarhald og framleiðslu, so kappingarførið vinnulívsins batnar og megnar at bera landsins felags húsarhaldi?. Tað hava føroyingar onki sæð til. Hví ikki rumbla við hesum broti av samgonguskjalinum? Er t.d. oljuavgjaldið ikki hækkað? Ongantíð í føroya søgu er tikið so nógv í skattum og avgjøldum i Landskassan sum júst undir hesi samgongu!
Realpolitikkur gagnligari enn nationalromantisma
Um realpolitikkur valdaði heldur enn nationalromantisma, skuldi, ístaðin fyri at gjara út við órealistiskum skattalætta, staðið í samgonguskjalinum: ?Miðað verður eftir at hækka skatta og avgjaldstrýstið á húsarhald og framleiðslu, orsakað av minkandi ríkisveitingini. Miðað verður eftir hópuppsagnum á almennum arbeiðsplássum, orsaka av neyðugum skerjingum á almennum arbeiðsplássum. Arbeiðslegur verða gjørdar, so heimleysir føroyingar fáa tak ivir høvdið?
Tað stendur ikki. Tí er samgonguskjalið í stríð við seg sjálvan. Tað ber ikki til at tosa um loysing og skattalætta. Millum annað av hesi orsøk kann siga, at loysingin byggir á eina stóra lygn. Hvørki meir ella minni.! Ella verður tilvita roynt at fjala, hvat loysingin fer at føra við sær fyri alt føroya fólk?