Er politiskur áhugi fyri trivnaðinum á dagstovnaøkinum?

Vegna nevndina í Føroya Pedagogfelag, Elin N. W. Tausen, skrivari
----------
Trivnaðarkanningin, “Starvsfólk á dagstovnum”, sum Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning gjørdi fyri Føroya Pedagogfelag í 2010, vísir, at 61 % av starvsfólkum á dagstovnaøkinum halda, at arbeiði teirra í minni mun ella als ikki verður virðismett av politisku myndugleikunum. So kann man undrast yvir, hví so er. Men í veruleikanum er tað ikki nakað undarligt í hesum, tí politiski áhugin fyri hesum øki, kann sigast at vera = 0!
Dagstovnaøkið er eitt stórt umráði við eini 1100 starvsfólkum, bæði pedagogum og hjálparfólkum. Eini 5200 børn eru í aldursbólkinum 0 til 7 ár, sum dagstovnaøkið fevnir um.
Raðfestingin á hesum stóra øki sæst aftur við at tað bara starvast ein fulltrúi við at umsita hetta økið, og hesin sami fulltrúi starvast á skúladeildini. Nú er fulltrúin sett niður í hálva tíð.
Eftir at forkvinnan í Føroya Pedagogfelag hevur skrivað eitt opið bræv til Landsstýriskvinnuna í mentamálum, er Landsstýriskvinnan komin fram við nøkrum ætlanum fyri økið, og tað er at fegnast um. Men samstundis viðgongur Landsstýriskvinnan tað, sum starvsfólk á økinum væl vita, nemliga, at dagstovnaøkið er eitt niðurprioterað øki vegna vantandi orku og øðrum raðfestingum í MMR.
Dagstovnaøkið er eitt øki, sum kommunurnar hava yvirtikið, og sum tær umsita fíggjarliga, og tað sær út til, at tær als ongar politiskar visjónir hava hesum viðvíkjandi – annað, enn at spara pening. Kommunurnar síggja dagstovnaøkið sum eina tænastu veiting til foreldur, heldur enn at síggja tað sum eitt mennandi og avbjóðandi tilboð til teir 0 til 7 ára gomlu borgararnar. Fokus er á at hava góðar og flottar bygningar, men tá ið tað kemur til sjálvt innihaldið, so eru umstøðurnar hjá børnum og starvsfólkum ikki høgt raðfestar! Týdningur av einum dagstovni tykiskt vera, at børnini bara skulu hava eitt stað at vera ansað, meðan foreldrini eru til arbeiðis, so at skattakrónurnar koma í kassan! Dagstovnalógin skal tryggja øllum børnum eitt gott námsfrøðiligt tilboð, sum tekur støði í einum góðum barnalívi.
Tað kann vera, at Landsstýriskvinnan hevur ætlanir á dagstovnaøkinum. Men tíanverri uppliva vit ferð eftir ferð, at aftursvarið frá kommunum er, at “tað eru vit sum gjalda, so tað eru vit, ið skulu valda”! MMR kemur við námsføðiligum stevnumiðum, kommunurnar mótmæla! MMR ynskir at dagføra dagstovnalógina, kommunurnar seta forðingar, so tað tekur eitt ár at manna arbeiðsbólkin. Og soleiðis gongur arbeiðið á økinum. Landsstýriskvinnan hevur ætlanir um at seta eitt námsfrøðingaráð, men fara kommunurnar at fylgja tilmælum frá hesum ráð?
Hvar eru landspolitikarar í hesum? Hugsa teir als ikki um hetta týðandi økið, nú, tað verður fíggjarliga umsitið av kommununum? Eg sakni politiskar visjónir! Eitt dømi er, at økið “børn við serligum tørvi” er lagt út til kommunurnar at umsita. Her verður ikki tikið hædd fyri tørvinum hjá einstaka barninum, men fyri, hvussu nógv stendur játtað á fíggjarætlanini hjá kommununi til børn við serligum tørvi. Í onkrari fíggjarliga trongdari kommunu hava tey eingi børn við serligum tørvi - ella hvør er veruleikin? Og spurningurin um normering á dagstovnaøkinum verður praktiseraður sum best ber til! Politikarar eiga at tryggja børnunum, at rættindi teirra verða vird, m.a. við at tryggja rættar og góðar normeringar í øllum dagstovnum. Eisini er tað skylda politikkarans, at tryggja, at børnini fáa dygdargóð námsfrøðilig tilboð, sum virða ásetingarnar í ST barnarættindasáttmálanum.
Mikukvøldið, 18. mai kl. 19, skipar Føroya Pedagogfelag fyri fundi fyri limum og almenninginum á Hotell Klaksvík, har Karin Jóhanna L. Knudsen, samfelagsfrøðingur á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning, fer at leggja fram áðurnevndu trivnaðarkanning av starvsfólki á dagstovnaøkinum. Vit fara hervið at bjóða bæði lands- og kommunal politikarum at koma á fundin og fáa innlit í viðurskiftini á dagstovnaøkinum. Vit vóna, at áhugin er stórur hjá politikarum at møta, soleiðis at upplivingin hjá pedagogunum sambært kanningini ikki verður tann sama framyvir.