Hoyrdi beint nú úr løgtinginum, at Hans Pauli Strøm, uttan mótmæli, varð valdur til løgtingsgrannskoðara. Hetta tykir mær sera løgið og konsekvensleyst, tí tað er ikki meira enn ein lítil mánaði síðan, at Hans Pauli varð kroystur úr starvi, sum landstýrismaður, vegna óskil í peningamálum.
Er tað veruliga so lítil álvari og stirðil í Løgtinginum?
Gamalt var, - at man setti ikki revin at ansa gæsnum.