Er pláss fyri menningartarnaðum í 2015?

Eg havi fylgt við málinum um leiðaran á bústovninum á Mýruni frá byrjan til dagin í dag.

Lat meg heilt stutt lýsa málið

Alt byrjar í 2005, og vit skriva í dag 2008. Seks starvsfólk kæra sína neyð til nærverkið, tí leiðarin er ikki til at samstarva við. Næst hesum kemur eitt harðskapsmál, og aftur um sama leiðara, har eitt búfólk brýtir bæði mjødn og lær. Um ákæran frá teimum seks starvsfólkunum um tvørligt samstarv tók seg upp fyrst, ella tað var harskapsmálið, kann vera líkamikið.

Samanumtikið er málið sera vánaligt viðfarið eftir mínum tykki. Her hugsi eg serliga um tíðarlongdina og handfaringina av málinum. Tá ið heili seks starvsfólk kæra sína neyð á hendan hátt, so skal tað takast í ramasta álvara, men her er mín fatan frá nærverkinum, at soleiðis er ikki. Sum flest øllum kunnugt, verður sami persónur bara fluttur í annað leiðarastarv og er hann enn har. Nú kann ein so undrast yvir, um hansara núverandi samstarvsfelagar lýða somu neyð, sum 6 tey fyrstu gjørdu.

Tað, ið fekk meg at festa alt hettar á blað, kemst av sendingini sum Dagur & Vika sendi tann 28.02.08, har Grækaris Djurhuus Magnussen hevði eitt sera gott kjak um leiðaran á bústovninum á Mýruni. Vit fingu við hesari sending eitt gott innlit, í hvussu vánaligt nærverkið virkar, og hvørjum tað yvir høvur virkar fyri.

Lat meg byrja við leiðaranum á nærverkinum, Mary í Garði, sum var ein av gestunum í sendingini hetta kvøldið. Sera skelkandi at hoyra hana verja leiðaran á bústovninum á Mýruni fyri at hava brotið mjødnina og harafturat lærið á einum menningartarnaðum á bústovninum. Hvat er at verja? Mjødnin er sterkasta beinið í menniskjakroppi og er eins sterk og betong. Eg eri ikki eina løtu í iva um, at leiðarin er lopin framav á grovasta hátt, og tað frøir meg almikið, at systir tann menningartarnaða hevur meldað leiðaran til løgregluna fyri harðskap, tí hetta er einki minni enn tað. Oman á alt hettar velur Mary í Garði at flyta hendan vandamikla persón í annað leiðarastarv. Eftir mínum tykki er hettar heilt hol í høvdið.

Jarvin Feilberg Hansen var eisini gestur við borðið hetta kvøldið tann 28.02.08.

Lat meg sláa fast beinanvegin, at hann als ikki hevur hjarta á røttum stað. Jarvin sigur: til tess at fyribyrgja at slíkar støður henda aftur, so burdi ella kundi mann hugd nærmari eftir nomeringum á slíkum stovnum. Nei Jarvin, man burdi ella kundi ikki, man skuldi havt avgreitt hettar fyri skjótt trimum árum síðani, tí so gamalt fer málið skjótt at vera. Men tað er soleiðis vit kenna formannin í Pedagogfelagnum. Seinur í vendingini, og sera illa egnaður sum fremsti maður fyri okkara fakfelag. Jarvin hevur sjálvur sitið við róðrið í fýra ár. Áðrenn hann kom inn sum formaður, var hann leiðari á bústovni, júst sum tann áður umtalaði í hesi grein. Tá ið eg sigi, at Jarvin ikki hevur hjartað á røttum stað, so byggi eg hettar á, at hann veit ella rættari sagt skuldi vitað hvørjar nomeringar eru neyðugar á slíkum bústovnum, men handlingar hansara vísa als ikki á nakra tílíka sjálvsagda vitan. Fýra ár eru nú farin aftur um bak, og einki er hent. Trý ár eru liðin, síðan harskapsmálið tók seg upp, og framvegis eingin greið útmelding frá formanninum.

So kann ein siga, at peningur skal játtast frá landsins mynduleikum, tá ið tað eru teir sum varða av málinum. Eg veit útmerkað væl, at landsins mynduleikar eru sera tungir at dansa við, tí málið um bústovnin á Børkugøtu 1 í Tórshavn kenni eg alt til.

Jarvin velur eitt tíðarskeið sum formaður at royna ein solotúr, og prøvar at framprovokera eitt verkfall, sum til alla lukku verður steðgað av gerðarættinum, tí tað er einki minni enn ein ólólig handling. Tá ið hann soleiðis skapar misnøgd um alt landið, og har afturat ein ófyrimindarligan dialog ímillum felagið og landsins myndugleikar, ja, so kann ein siga at sjálvgjørt er vælgjørt. Eg fegnist tí um, at Maud Vang bjóðar seg fram á aðalfundinum 29. mars.

Anna Háberg, dagligur leiðari í Javna, var eisini gestur við borðið. Ein sera dugnalig dama, ið millum annað var við til at fáa gongd á umvælingarnar í bústovinum á Børkugøtu 1 í Tórshavn. Eg sakni fólk sum Annu, sum eru við í arbeiðnum, og veruliga vita, hvørjum mann eigur at stremba eftir.

Til síðst kann eg ikki lata vera at nevna okkara nógv umtalaðu visión 2015. Vit ganga ímóti 2009, og tí spyrji eg: hvørjum menniskjum rúmar samfelag okkara í 2015?