Bogi Andreasen, varaborgarstjóri, Tórshavnar Kommuna
-----
Tann 10. november 2011 høvdu foreldraráðini fyri flestu frítíðraskúlar í Tórshavnar Kommunu innkallað til ein áhugaverdan fund fyri umsiting og býráðslimum í Posthúskjallaranum, har vit viðgjørdu skriv frá foreldraráðunum. Í skrivinum varð inniliga heitt á kommununa um at betra frítíðarskúlatilboðini til serliga 3. flokk.
Síðan tá havi eg sent kommununi fyrispurning, um ætlanir eru um at víðka frítíðarskúlatilboðið til 3. flokk í ár. Umsitingin arbeiðir við einum frítíðarskúlatilboði til 3. flokk og eini alternativari loysn, sum eisini umfatar 4., 5. og 6. flokk, men málið er ikki viðgjørt politiskt enn.
Tá samgongan enn ikki hevur viðgjørt hetta, so bendir tað á, at tað verður onki frítíðarskúlatilboð í ár.
Hetta er sjálvandi púra óforsvarligt, at triðjafloksbørn ganga fyri vág og vind. Vit mugu tí gera okkurt. Um tað ikki verður frítíðarskúli, so mugu vit kunna skipa eitt ”barnahús” ella líknandi, har børn frá 3. til 5. flokk kunnu koma.
Tann 10. november vóru umboð fyri samgonguna og borgarstjórin sjálvur sera jalig, men tað er ikki nóg gott, at áheitanin ikki er tikin í álvara og at onki er gjørt við hetta enn. Tí má hetta loysast nú.
Tað ganga fleiri enn 600 børn í frítíðarskúla í Havn og tey yvir eitttúsund foreldrini eftirlýsa, at tilboðini verða víðkað, tí at málið er so átrokandi, at tað má viðgerast beinanvegin. Ein trupulleiki er, at frítíðarskúlin er stongdur, tá skúlin er stongdur, t.v.s. at børnini 12 vikur um árið ikki verða ansað, sum tey burdu, tí frítíðin hjá foreldrunum røkkur ikki til.
Uppkot eru til fleiri loysnir, men eyðsæð er, at ein frítíðarskúli til serliga 3. flokk er neyðugur. Tá eru flestu børn ov smá at ganga heim og at vera einsamøll stóran part av seinnapartinum.
Vart er gjørt við hetta fleiri ferðir, so hetta er ikki nakar nýggjur trupulleiki fyri kommununa. Og sumstaðni eru tilboð fyri 3. flokksbørn. Men eftir er, at kommunan tryggjar, at øll børn í 3. flokki fáa tilboð um frítíðarskúla nú í summar.
Eg fari at heita á leiðsluna í kommununi um beinanvegin at viðgera málið, og síðan fylgja ráðunum frá foreldraráðunum um at gera eina tørvsmeting, soleiðis at kommunan kann veita tilboð sum samsvara endamálinum fyri frítíðarskúlar.
Hetta má gerast nú.










